placeholder
Innanlands

Earth Hour: Elframleiðslan minkaði 3 MW

100% grøn framleiðsla í Suðuroy og 90% grøn framleiðsla í meginøkinum tíma jarðarinnar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-03-25 10:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

SEV: Árliga altjóða tiltakið Earth Hour – tími jarðarinnar – var í ár 23. mars kl. 20.30 – 21.30. Lagt verður upp til, at fólk sløkkja ljósið og eltól, og í staðin hugsavna seg um, hvat hvør í sínum lag kann gera fyri umhvørvið.

Eins og undanfarin ár heldur Sev eyga við, um framleiðslan fellur hendan tíman. Í ár vóru fólk eins røsk at sløkkja og í fjør. Elnýtslan minkaði 3 MW, sum er tað sama sum í fjør.

Higartil er 2020 tað árið, har flest sløktu. Tá minkaði framleiðslan 4,78 MW tímar jarðarinnar, sum svarar til ársnýtsluna hjá einum vanligum húsarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder