Innanlands

75 prosent burðardygg elframleiðsla í mars

Mars er higartil grønasti mánaður til burðardygga elorku

2024-04-24 19:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Tríggjar út av fýra ferðum, tú tendraði ljósið ella kókaði ketilin í mars, var streymurin framleiddur úr vatni ella vindi skrivar SEV á síni heimasíðu. 

Býtið av orkukeldunum í meginøkinum í mars var soleiðis: vindur 41%, vatn góð 32%, olja 25%, og biogass, sólorka og sjóvarfall tilsamans 2% av samlaðu framleiðsluni. Til samanberingar var grøna framleiðslan í meginøkinum í mars í fjør 46%.

Lýggja veðrið í mars royndist væl til burðardygga elframleiðslu. Í mun til mars í fjør brúktu vit góð 52% minni av olju, og fingu væl meira burturúr vatnorkuni.

Størsta framgongdin í mun til sama tíðarskeið í fjør er vatnorkuframleiðslan, sum er 91,3 prosentstig hægri í mars í ár enn í mars í fjør. Meðan vatnorkuverkini í mars í fjør framleiddu 6,9 MWt kom vatnorkan í ár upp á góðar 13 GWt. Hetta kemst av, at tað var væl kaldari í veðrinum í fjør. Í mars í fjør var kalt við liggjandi kava, og vit fingu tað, vit rópa frostbinding. Miðal hitin í mars 2023 var 1,8 hitastig, meðan miðalhitin í mars 2024 var 4,5 hitastig.

Vindorkan royndist 54 prosentstig betur í mars í ár enn í fjør. Í høvuðsheitum er hetta partvís tí, at vindferðin var eitt vet hægri og partvís tí at nýggja stabiliserandi tøknin við battarískipan og synkronkompensatori ger mun.

“Nú síggja vit rættuliga, hvussu stóran mun, stabiliserandi tøknin í meginøkinum kann gera", sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. 

Í mars í fjør var grøna framleiðslan 18 MWt, sum var 46% av samlaðu framleiðsluni, meðan grøna framleiðslan í mars í ár kom upp á 30,5 MWt, sum er 75% av samlaðu framleiðsluni. Samstundis var samlaða framleiðslan 3% hægri í mars í ár enn í fjør.

Suðuroyggin 77% grøn
Eisini í Suðuroy royndist grøna orkuframleiðslan betur í mars í ár enn í fjør

Eftirspurningurin eftir el í Suðuroy fall við hálvum øðrum prosenti, meðan grøna elorkuframleiðslan øktist góð 18%.

Minni fekst burturúr vatnorkuni, meðan vindorkuframleiðslan øktist. Orkubýtið í Suðuroy í mars var soleiðis: vindur 65%, olja smá 23%, vatn 12% og harumframt sól eitt hálvt prosent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder