placeholder
Fótbóltur

Video: - Hetta er ein dreingjadreymur

Arnbjørn Svensson er fyri fyrstu ferð við A-landsliðnum. Í FSF Varpinum ger hann greitt, at hann er glaður fyri dagarnar higartil, umframt umstøðurnar og huglagið á venjingarleguni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-03-21 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann gjørdist heldur bilsin, tá hann fekk boðini um landsliðsúttøkuna, men víkingurin hevði tó eina vón um, at hesaferð fór tað at verða.

24-ára gamli gøtumaðurin hevur spælt støðugt væl í Víkingi í eina tíð og er nú í A-landsliðshitanum.

Arnbjørn Svensson setur í FSF Varpinum orð á úttøkuna og tað at vera við á A-landsliðnum - sí samrøðuna omanfyri.

Sí eisini: Venja nú í sólini í Spania

Í morgin, fríggjadagin, klokkan 17, spæla Føroyar og Liktinstein venjingardyst á Marbella. 

Hópurin til venjingarleguna og venjinnardystirnar móti Liktinstein og Danmark:

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar: 
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Magnus Egilsson, B36
Bartal Wardum, HB
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Hørður Askham, AB (Danmark)
Jann Benjaminsen, B36

Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Vikingur Reykjavík (Ísland)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Arnbjørn Svensson, Víkingur - heilt nýggir í A-landsliðshøpi
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Pætur Petersen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder