Fótbóltur

Eyðvør: Hetta er ringt at seta orð á

Høvuðsvenjarin hjá U17-gentunum stórfegnast um stuðulin og úrsltiini seinastu dagarnar. Føroyar vunnu bólkin og skulu spæla A-undankapping í november.

Eyðvør Jakobsen saman við hjálparvenjaranum, Sigtóri Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðvør Jakobsen saman við hjálparvenjaranum, Sigtóri Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-24 18:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ja, hvat skal man siga…? Hetta er ringt at seta orð á. Eg haldi at genturnar tóku øll á bóli við hesum fantastiska avrikinum. Vit vónaðu at fáa eitt gott úrslit, og trúðu sjálvandi upp á møguleikan. Men hetta bleiv næstan eitt sindur meir, enn vit veruliga tordu at trúgva upp á.

Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá FSF. Hetta í samband við, at liðið ið ikki gjørdi mætari enn at vinna bólkin í EM-undankappingini, sum farnu vikuna hevur verið í Føroyum.

Føroyar vunnu bólkin, har Georgia, Lettland og Rumenia vóru við. Fyrsti dysturin móti Lettlandi endaði við tapi, men síðani vann føroyska liðið 2-0 á Georgia og 3-1 á Rumenia, ið áðrenn kappingina var mett sum sterkasta landið í bólkinum.

[object Object]
Silja Ragnarsdóttir Trier og Brá Zakariasardóttir fegnast um fyrsta málið móti Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum HER

Sí eisini: Føroyar vunnu flottan sigur á Rumenia

Rumenia spældi í fjør í A-bólkinum, har EM-pláss eru uppá spæl, og tað skulu Føroyar í vetur. Hetta tí at føroyska liðið vísti styrki og var best innanhýsis 

– Eg haldi at okkara gentur lyftu seg upp á eitt hægri stig sum kappingin leið, og tað verður spennandi at fylgja teimum í framtíðini. At spæla á heimavølli og fáa so góðan stuðul frá áskoðarunum var eisini heilt fantastiskt, so ein stór tøkk til tey, og til fyriskipararnar av kappingini, sum eydnaðist sera væl, sigur Eyðvør Jakobsen at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder