Fótbóltur

Kasper Schmeichel ikki við móti Føroyum

Hann hevur ein smærri skaða, og verður tí ikki við í annaðkvøld.

Kasper Schmeichel seinast Danmark og Føroyar leiktu. Tað var tá í Parkini í Keypmannahavn (Mynd: EPA)

Kasper Schmeichel seinast Danmark og Føroyar leiktu. Tað var tá í Parkini í Keypmannahavn (Mynd: EPA)

2024-03-25 12:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Danmark og Føroyar spæla venjingardyst á Brøndby Stadion í annaðkvøld verður tað uttan Kasper Schmeichel og Simon Kjær.

Danski landslkiðsvenjarin gjørdi longu fyri viku síðani greitt, at málverjin Frederik Rønnow fór at fáa møguleikan móti Føroyum. Men Kasper Schmeichel verður so heldur ikki á bonkinum í morgin, sigur danska fótbóltssambandið DBU.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hann hevur ein sprongdarskaða at dragast við og er ikki við í hópinum. FC Nordsjælland-málverjin Andreas Hansen er úttikin til dystin.

DBU upplýsir, at Simon Kjær heldur ikki verður í hópinum móti Føroyum. Hetta eisini orsakað av einum minni skaða.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder