placeholder
Fótbóltur

Adrian: Eg fari at skjóta allastaðni frá í morgin

Tað er eitt vandamikið lið, men eg og vit skulu ikki smæðast burtur, staðfestir 25-ára gamli vongurin, sum skoraði fríggjadagin. "Føroyski hamarin" er eitt heitt navn í Danmark í løtuni.

Liðið hevur gjørt meg góðan í Hillerød, staðfestir Adrian Justinussen í viðtalu við Portalin í dag (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Liðið hevur gjørt meg góðan í Hillerød, staðfestir Adrian Justinussen í viðtalu við Portalin í dag (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-03-25 20:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hillerød-spælarin er eitt heitt navn í donskum fótbólti. Síðani skiftið frá HB hevur Adrian Rúnason Justinussen skorað í øllum almennum dysti, og hann hevur fingið eyknevni "tann føroyski hamarin".

Christian Lønstrup stórrósar Adriani í viðtalu við tv2.dk, og høvuðsvenjarin hjá Hillerød er greiður yvir, at felagið ikki fær hildið føroyinginum í felagnum, um góða persónliga gongdin heldur fram.

Adrian sigur sjálvur við bolt.fo, at tað kundi verið stuttligt at verið seldur víðari. Beint nú skal 25-ára gamli álopskendi miðvallarin tó hugsavna seg um landsdystin í Brøndby í morgin. Tá Portalurin fekk orðið á Adrian Justinussen undan venjingini staðfesti hann, at talan verður um tann "sama Adrian" sum vanligt: 

Eg royni altíð at vera til staðar og ikki smæðast burtur á vøllinum. Eg fari at gera alt fyri at koma til møguleikar í morgin og sjálvandi sparka allastaðni frá móti Danmark eisini.

[object Object]
Í dystinum móti Liktinstein fríggjadagin, har Adrian hevði fleiri skot og eisini fekk eitt mál (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Adrian skoraði í venjingardystinum móti Liktinstein fríggjadagin. Talan var um fyrsta A landsliðsmálið hjá 25-ára gamla vonginum - hetta var fyrstu ferð, at hann byrjaði inni. Danmark verður ein heilt onnur uppgáva:

- Vit vita at Danmark er ógvuliga vandamikið, tá liðið hevur pláss og millum annað kann spæla í dýbdina. Teir hava skjótar og sterkar spælarar, og vit fara nokk at liggja nokso djúpt í morgin. Men annars skulu vit tora at spæla dystin, royna at skapa málmøguleikar og vera kyniskir. 

Sí eisini: Adrian og Pætur fegnast um fyrstu landsliðsmálini

Til endans spurdu vit Adrian Justinussen, hvussu tað ber til, at hann hevur staðið seg so væl higartil í Hillerød og í 2024. Vandamikli føroyski vongurin peikar á liðið:

- Jamen tað er liðið. Tað er sterkt og við nógvum góðum fótbóltsspælarum við millum annað góðum miðvallarum, sum duga at seta meg í fokus: Fái altíð góðar alveringar eg haldi, at tað er takkað verið teimum, at eg havi fingið eina so góða byrjan í Danmark.

Um Adrian eisini fær hótt danska A-landsliðið, fáa vit at síggja í annaðkvøld. Føroyar og Danmark spæla á Brøndby Stadium klokkan 19.15 føroyska tíð. Kringvarpið visir dystin.

Sí eisini: 
Ikki tann besta fyrireikingin - men Danmark bjóðaði av
Schmeichel og Kjær ikki við móti Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder