placeholder
Hondbóltur

Fleiri U-landslið eru savnað í páskavikuni

Fyrireika seg millum annað til uppgávurnar í summar. Danskt felag vitjar eisini og spælir móti U08-gentunum; bæði í dag og í morgin.

Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo

2024-03-27 13:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú í páskavikuni eru fleiri av yngru landsliðunum savnaði til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Felagið BK Ydun úr Danmark er eisini í Føroyum á vitjan fyri millium annað at spæla tríggjar venjingardystir móti U08-kvinnulandsliðnum.

Dystarskráin
Mánadagin, 25. mars, kl 18.15, Hoyvíkshøllin
Mikudagin, 27. mars, kl 17.15, Høllin á Argjahamri
Hósdagin, 28. mars, kl 18.30, Høllin á Hálsi

Fleiri spennandi uppgávur bíða føroysku ungdómslandsliðunum í summar, og øll U-landsliðini skulu spæla fyrireikingardystir móti Íslandi 1. og 2. juni.

U08-kvinnur skulu seinni til Svøríkis at spæla sínu fyrstu almennu kapping, European Open, í døgunum 1. – 5. juli.

U06- og U04-menn skulu spæla EM-endaspøl. U04-mennirnir fara til Slovenia í døgunum 10. – 21. juli, har teir eru í bólki saman við Spania, Fraklandi og Sveis.

U06-menn skulu spæla í Montenegro í døgunum 7. – 18. August, og eru teir í bólki saman við Íslandi, Montenegro og Italia.

Hondbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder