Fótbóltur

Betrideildin við kvinnum byrjar í kvøld

NSÍ tekur ímóti Skála klokkan 19. Steypavinnararnir eru stórfavorittar til hendan dystin og vilja í ár bjóða KÍ meira av.

NSÍ spældi stórsteypadyst móti KÍ sunnudagin, og endaði tað 2-1 til KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ spældi stórsteypadyst móti KÍ sunnudagin, og endaði tað 2-1 til KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-27 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skála skal í kvøld spæla sín fyrsta týðandi dyst, síðani samstarvið við EB/Streym endaði í vetur. 

Feløgini vóru saman um fremsta kvinnuliðið í 11 ár, og tað endaði millum annað við tveimum steypagullum og tveimum FM-heitum.

Nú stendur Skála á egnum beinum í fremstu røð. FM og annað er ikki í tonkunum - tað er tað tó helst hjá NSÍ, ið vil bjóða KÍ meira av.

[object Object]
EBS/Skála myndaði í nøkur ár oddin í føroyskum fótbólti - nú roynir Skála seg í Betrideildini fyri seg sjálvt (Mynd: Bjarni Enghamar)

[object Object]NSÍ er endað á øðrum plássi í Betrideildini fýra ár á rað og hevur vunnið tvær steypakappingar (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør eydnaðist tað teimum í gulum og svørtum at vinna steypafinaluna á júst KÍ. Sunnudagin vunnu klaksvíkskvinnur 2-1, tá liðini høvdu aðalroynd til kappingarárið í stórsteypadystinum.

NSÍ er stórfavorittur at fáa fyrstu stigini í Betrideildini í ár. Dysturin við Løkin í kvøld byrjar klokkan 19.

Tveir aðrir dystir í 1. umfari eru á skránni leygardagin - báðir í Havn - og mánadagin spæla TB/FCS/Royn og FC Hoyvík. Hetta verður fyrsti dystur hjá hoyvíkskvinnum í Betrideildini - tær avloysa 07 Vestur sum áttanda liðið.

Skráin fyri 1. umfar:
[object Object]

[object Object]
Keldur: FSF og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder