Hondbóltur

Ungur strandingur við í søguligari uppflyting í Danmark

Grindsted gjørdi bart og skal fyri fyrstu ferð spæla í bestu donsku deildini. 19-ára gamli Búi Djurhuus Poulsen spældi nakrar minuttir í dag - HØJ og TSØ gjørdust ov stutt til play-off pláss.

Búi Poulsen til HM-endaspælið fyri U19-landslið í fjør. Bakkurin hevur seinastu stóru tvey árini spælt í Grindsted (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Búi Poulsen til HM-endaspælið fyri U19-landslið í fjør. Bakkurin hevur seinastu stóru tvey árini spælt í Grindsted (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-03-28 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir føroyingar hava í ár spælt í næstbestu donsku mansdeildini. Gongdin hevur, sum vera man, verið ymisk.

Køge og Julian Kragesteen fluttu niður, og tað gjørdu Skovbakken og Niklas Højgaard Hanusarson eisini.

FIF við landsliðsspælarunum Jónasi Gunnarson Djurhuus, Leivi Mortensen og Janusi Dam Djurhuus endaði eitt sindur í ongamannalandi; á 8. plássi. Liðið endaði í dag við stórsigri í Odense, har beiggjarnir Jónas og Janus skoraðu hvør síni fimm mál. Leivur skoraði eitt mál.

Aarhus HC - við Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh - misti ov nógv fet í uppflytingarstríðnum, og endaði á 6. plássi. Teis skoraði seks mál í dag. Strikuspælarin hevur sáttmála fyri 2024/2025 eisini, men spurningurin er, um hann fer víðari í summar.

Sí eisini: Áhugi er fyri Teis úr Týsklandi

Team Sydhavsøerne basti júst Skovbakken, hóast Niklas Højgaard Hanusarson skoraði fýra mál fyri heimaliðið. Pauli Mittún skoraði tvey mál og legði upp til fleiri fyri TSØ, sum hóast nógvar skaðar blandaði seg uppí uppflytingarstríðið. Tað gekk tó akkurat ikki at fáa playoff-pláss. Til næsta ár verður vónað at langtíðarskaddi hoyvíkingurin Brandur Halgirsson verður tøkur aftur - landsliðsspælarin Pætur Mikkjalsson legst afturat hópinum hjá Sydhavsøerne í summar.

TSØ var við at oyðileggja tað fyri HØJ, sum Skive yvirhálaði í endaspurtinum. Liðini vóru jøvn í stignum, men Skive, sum vann trygt á Odder í dag, var betri innanhýsis. Tí hjálpti tað lítið, at HØJ vann stórt á Køge í dag. Har var Julian Kragesteen einasti føroyski spælarin á vøllinum (2 mál). Pauli Jacobsen hevur skaða í eyganum - 53-ára gamli Peter Nørklit var í hópinum í staðin - og Rói Berg Hansen var heldur ikki við í dag. Tað er heldur óvist, um landsliðsvongurin heldur fram í HØJ.

[object Object]
Leivur Mortensen, Pauli Mittún og Jónas Gunnarson Djurhuus við Oyrasundskollegiið, har teir búgva. Teirra feløg eru liðug við kappingarárið

Sí eisini: Pauli Jacobsen skal spæla í verndarbrillum framyvir

Endaliga støðan: 

[object Object]

Strandingur við í søguligari uppflyting
Føroyingafeløgini HØJ og TSØ endaðu á ávíkavist 4. og 5. plássi og harvið beint aftanfyri playoff-plássini. HC Midtjylland og Skive - nummar 2 og nummar nummar 3 - skulu fyrst spæla innanhýsis, har so vinnarin skal spæla móti einum liðið úr bestu deildini um pláss til næsta ár.

Bert eitt felag vann sær beinleiðis pláss í fremstu donsku deildini. Grindsted hevur ongantíð áður spælt har, men nú er enn eitt stig í framgongdini hjá jútska felagnum tikin.

Ein føroyingur er partur av hesum. Ungi strandingurin Búi Djurhuus Poulsen hevur nú verið í felagnum í yvir tvey ár - síðani stutt eftir at hann flutti niður - og høgi og sterki bakkurin hevur spælt í nøkrum dystum hjá besta liðnum í ár.

[object Object]
Búi Djurhuus Poulsen (nr.20) stórfegnast saman við liðfeløgunum, eftir at uppflytingin gjørdist veruleiki (Mynd: tv2.dk)

Grindsted vann í dag 28-22 í heimadystinum móti Rækker Mølle, og so kundi fagnaðurin byrjað í býnum, sum er tætt við Billund. Búi var í hópinum og fekk seinastu minuttirnar á vøllinum.

19-ára gamli føroyingurin hevur sín hondbóltsuppvøkstur í StÍF og fer at halda fram í Grindsted næsta kappingarár. Har verður hann partur av besta hópinum í fremstu donsku deildini.

Um tað verður vantandi spælitíð har, fær Búi Poulsen virðismiklar minuttir á næstbesta liðnum, sum í 2024/2025 skal spæla í triðbestu deildini. Búi var sjálvur partur av tryggja tí uppflytingina, tí hann hevur spælt nógv í 3. Division í hesum kappingarárinum.

Búi Djurhuus Poulsen hevur verið partur av landsliðunum við 04- og 05- árgangunum: Til U18-EM í 2022 og U19-HM í fjør. Í summar skal tað landsliðið til U20 EM.

Dagført: 18.21

Endaliga støðan: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder