Annað

TB vann á SÍ og gav Fleyr lívlínu

Við sigri í dag kundi SÍ nærum havt trygjað sær sæti í FM-finalunum ímóti Drátti, men so skuldi ikki verða, tí TB gjørdi bart og vann 3-0.

(Mynd: TB)

(Mynd: TB)

2024-04-12 21:58 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
TB - SÍ 3-0 (25-22, 25-14, 26-24)

Við sigri í dag kundi SÍ nærum havt trygjað sær sæti í FM-finalunum ímóti Drátti, men so skuldi ikki verða, tí TB gjørdi bart og vann 3-0.

Tað var ikki fyrr enn í seinna helmingi av triðja setti, at TB fekk líkinda mótstøðu, og eftir at hava verið aftanfyri, spældi SÍ seg til tveir settbóltar. Men TB javnaði til 24-24 og vann síðan settið 26-24 og dystin 3-0.

Fyri Fleyr á triðjaplássi gjørdist hetta einastandandi gáva, tí fær Fleyr bara eitt stig ímóti Drátti á Giljanesi leygardagin, so eigur Fleyr finaluplássið, um síðsti dysturin ímóti Ternuni gevur trý stig.

Fær Fleyr hinvegin ikki stig ímóti Drátti, so verður tað SÍ, sum ístaðin tekur finaluplássið, um SÍ vinnur sær trý stig ímóti Mjølni í Klaksvík í síðsta dystinum leygardagin 20. apríl.

Dystirnirm sum eftir eru:
Leygardagin 13. apríl: Dráttur – Fleyr 13:00

Sunnudagin 14. apríl: Mjølnir – KÍF kl. 13:00
Sunnudagin 14. apríl: TB – Ternan kl. 14:30

Mikudagin 17. apríl: Dráttur – Ternan kl. 19:00

Leygardagin 20. apríl: KÍF – TB
Leygardagin 20. apríl: Mjølnir - SÍ
Leygardagin 20. apríl: Ternan - Fleyr

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Dráttur

16

34

42

2

17

10

32

3

Fleyr

16

16

31

4

TB

16

2

25

5

Mjølnir

16

-12

19

6

KÍF

16

-9

18

7

Ternan

15

-41

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder