Fótbóltur

Stríð í oddinum, í botninum og alt ímillum har

Fýra dystir í 5. umfari í Betrideildini verða spældir í dag. Tveir byrja klokkan 15, botnbrak er við Margáir klokkan 17, og NSÍ - B36 er á skránni.

EB/Streymur og ÍF skulu frá klokkan 17 stríðast um virðismikil stig í botninum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur og ÍF skulu frá klokkan 17 stríðast um virðismikil stig í botninum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-14 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spennandi sunnudagur er fyri framman í Betrideildini hjá monnum. Fýra dystir verða spældir, har serliga tríggir kunnu hava stóran týdning fyri kappingarárini hjá ymisku liðunum.

5. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 14.04

Kl.15.00:
Víkingur - Skála 
HB - KÍ

Kl.17.00: EB/Streymur - ÍF 

Kl.19.00: NSÍ - B36 

Í morgin, mánadagin 15. apríl
Kl.18.00: B68 - 07 Vestur

Støðan í Betri deildin hjá monnum eftir fýra umfør
1. Víkingur 12 stig
2. B36 10 stig
3. KÍ 9 stig 
4. HB 9 stig 
5. 07 Vestur 7 stig
6. NSÍ 6 stig
7. Skála ÍF 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig 
10. ÍF 0 stig

Á pappírinum minst spennandi dysturin er í Sarpugerði, har Skála vitjar oddaliðið. Skála hevur ongantíð vunnið á besta liðnum hjá Víkingi, og liðið úr Eysturkommunu hevur vunnið allar sínar dystir í Betrideildini síðani seinna helming av juni 2023. Nú fek Víkingur eftir 18. sigrinum á rað og leggja størri trýst á liðini undir sær.

[object Object]
Jóhan Petur Poulsen hevur flutt Víking langt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]B36 vann á KÍ í 2. umfari, men eftir sannførandi byrjan var tað eitt bakkast í síðstu viku við javnleiki á heimavølii móti 07 Vestur. Oddastríðið við millum annað Víking er hart (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Samstundis spæla HB og KÍ í Gundadali, og arvafíggindarnir stríðast fyri at halda sambandið til Víking. Hetta er dagsins dystur - eisini hjá okkum á Portalinum. Neyvari upptakt kemur um eina løtu, og vit fylgja klassikaranum tætt.

Sí eisini: Heldur kroystir arvafíggindar

B36 misti eitt fet í oddinum, tá 07 Vestur javnaði í yvirtíðini - og í undirtali - í Gundadali fyri viku síðani. Liðið hjá Dan Brimsvík skal koma á slóðina aftur við sigri í Runavík, men hetta kann gerast torført móti NSÍ, sum hevur vunnið báðar sínar heimadystir higartil. Nú skal NSÍ royna at veruliga prógva seg móti topp-fýra liði aftur. Hetta er seinasta uppgerðin á degnum, og byrjar dysturin við Løkin klokkan 19.15.

Klokkan 17 eru trý ógvuliga virðismikil stig uppá spæl við Margáir, har ÍF vitjar. EB/Streymur burdi eftir dystargongd í onkrum dystum helst havt fleiri enn eitt stig, og nú kemur uppgáva móti einasta liðnum uttan stig - eftir hetta skal EB/Streymur spæla fýra dystir á rað móti topp-fýra. ÍF er sanniliga undir trýsti eisini eftir 1-19 í málúrttøku fyrstu fýra umførini. Tað er í slíkum dystum sum hesum, at stig skulu koma á kontuna.

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara - hetta í samstarv við dystir.fo. Vit hava eisini ymiskt tilfar gjøgnum dagin. Televarpið vísir allar dystirnar og FM1 sigur frá øllum dystunum í umfarinum.

Í morgin seta B68 og 07 Vestur punktum fyri 5. umfar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder