Fótbóltur

Víkingur og HB renna frá føroyameistarunum

KÍ tapti fyri aðru ferð í ár í Gundadali. Brendir málmøguleikar hjá millum annað Pálli Klettskarð kostaðu, og Bartal Wardum avgjørdi klassikaran fyri HB. Víkingur vann 2-1 á Skála í Sarpugerði.

Stórur fagnaður á HB'arunum nú teir hava koppa KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður á HB'arunum nú teir hava koppa KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-14 17:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks ferðir á rað hevði KÍ vunnið á HB í Betrideildarhøpi, og ikki síðani mai 2019 hevði KÍ tapt týðandi landskappingardystir fyri júst HB. Nú yvirtók HB aftur yvirtakið millum arvafíggindarnar. Við hornasparksmáli seint í dystinum syrgdi HB fyri øðrum KÍ-ósigrinum. Ónøgdin breiðir seg í Klaksvík, nú seks stig eru upp til oddaliðið Víking. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevði sítt baks av Skála men fekk fyri 18. ferð á rað trý stig.

Fyrri hálvleikur í Gundadali var nærum beinleiðis óáhugaverdur at hyggja eftir, í mun til undirhaldsvirði. HB vildi og tordi lítið við bólti, men vardi væl móti KÍ, sum vildi nakað meira, men sum sjálvdan skapti nakað samanhangandi. Einki kom heldur burturúr deyðbóltunum. KÍ kundi tó lagt seg á odda beint fyri hálvleik, tá Bartal Wardum gleið. Teitur Matras Gestsson bjargaði tó væl.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm
Sí fleiri myndir frá dystinum

Hetta var greitt tað mest spennandi, ið hendi fyri steðgin. Hetta var tann fyrsti av trimum risamøguleikum hjá Páll Klettskarð. Hann hevur lagt út sum eitt óløgi í 2024, og toppskjúttin í Betrideildini hevur seinastu vikurnar tryggjað KÍ nøkur stig. Nummar 9 vísti seg væl í spælinum til tíðir í dag, men kann iðra seg um, at hann ikki fekk hol á: Tvær ferðir í 2. hálvleiki legði Dan í Soylu góðan bólt móti Pálli. Gamaní var ikki so nógv ferð á bóltinum, men ályparin hevði flutt seg væl og hevði tað mesta av málinum at stúta bóltin í. Tað eydnaðist tó ikki at raka tað.

[object Object]
[object Object]
Mynd: Sverri Egholm
Myndir; HB fór avstað við øllum

KÍ hevði yvirtak í løtum, og René Shaki Joensen kundi eisini skorað, men í 2. hálvleiki vísti HB meira í álopskenda spælinum. Í løtuni eftir at Deni Pavlovic fór av vølli eftir stoyt í høvdið, og útiliðið skifti leikskipan, var heimaliðið greitt omaná og hevði tveir stórar málmøguleikar. Jacob Johannsen skoraði tó onkursvegna ikki, og Ari í Haraldsstovu Petersen hevði eisini eina stórbjarging.

Sum heild vóru nógvar óneyvar sendingar í hesum dystinum, og tað merktist, at nógv stóð uppá spæl. Bæði liðini fóru veruliga eftir stigunum seinastu løtuna, og í 89. minutti fekk HB hornaspark í vinstru. Í tveimum førum fekk KÍ ikki ruddað burtur, og so endaði bólturin fyri føturnar á Bartali Wardum, sum var púra eirindaleysur og buldraði bóltin í netmeskarnar.

[object Object]
[object Object]
(Myndir: Sverri Egholm)

1-0 og stór frøi í HB-húsinum. Tað var tað eisini eftir síðsta bríksl, tí hóast nakrar góðar KÍ-støður í yvirtíðini vóru teir á heimaliðnum fyri. Annar 1-0 sigurin á rað hjá Adolfo Sormani og hansara monnum, sum eisini vunnu tepurt á KÍ í stórsteypadystinum. Hetta merkti tó meira - hóast skinklut spæl við bóltinum til tíðir fekk HB søtan sigur, sum merkir, at liðið er væl við í oddinum.

Tað er KÍ ikki. Eftir tvey topp-fýra tap, bæði í Gundadali, er trýstið vaksandi á trýfaldu føroyameistarunum. Gamaní mangla lyklaspælarar sum Jákup Biskopstø Andreasen, Odmar Færø og fleiri aðrir - Cedric Yambere gjørdist eisini skaddur í upphitingini í dag - men "ryggurin" í liðnum manglar eitt sindur saman við tí skerpni, sum annars hevur eyðkent KÍ. Ov svingandi í dystum og aftur mál inn uppá deyðbólt seint í stórdysti. Haakon Lunov hevur nógv at hyggja uppá.

Víkingur greiddi sína skyldu móti Skála

Fyri 18. ferð á rað í Betrideildini fóru víkingarnir av vøllinum við sigri. Talan var um slíkan sigur, sum onkursvegna eyðkennir eitt oddalið:

Stóra leikliga yvirvág, nógvar málmøguleikar, tol, nakað av trýsti á móti endanum, men hildið varð heilt til tepran sigur.

Skála stríddist ógvuliga væl í Sarpugerði, og spenningur var til síðsta bríks. Víkingur burdi tó verið á odda í steðginum, men Jákup Johansen og Finnur Justinussen brendu stórar málmøguleikar.

Jákup var tó við í tveimum málum eftir steðgin. Tað fyrra bleiv eitt heldur "buldrut" upplegg til ein annan stranding, Poul Kallsberg. Hann hevur fingið flúgvandi byrjan uppá hetta kappingarárið, og nú skoraði vongurin sítt fjórða mál í Betrideildini í 2023.

[object Object]

[object Object]
Poul Kallsberg - her eftir málið móti B68 - skoraði aftur fyri Víking í dag. Hann er uppvaksin í Skála (Savnsmyndir: Sverri Egholm)

Hetta var tíggju minuttir inn í 2. hálvleik. Tíggju minuttir seinni hevði Jákup Johansen frálíkt innlegg til Geza David Turi, ið var komin væl framvið. Annað málið í ár hjá miðvallaranum, sum kanska er mest umráðandi spælarin av øllum hjá oddaliðnum. 

Útiliðið fekk tó skapt spenning í aftur seinastu løtuna. Eftir hornaspark fekk Kristian Martin Jacobsen sett bóltin í málið til 2-1. Skála royndi at trýsta, men tað endaði við teprum heimassigri: Fimm dystir og 15 stig í Sarpugerði. Í næstu viku kemur B36 á vitjan til satt oddabrak.

5. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 14.04

Kl.15.00:
Víkingur - Skála 2-1 (0-0)
56' Poul Kallsberg (Jákup Johansen) 1-0
67' Geza David Turi  (Jákup Johansen) 2-0
83' Kristian Martin Jacobsen (Djóni Jansson Petersen) 2-1
sí meira á dystir.fo

HB - KÍ 1-0 (0-0)
90' Bartal Wardum (Viljormur Davidsen) 1-0
sí meira á dystir.fo

Kl.17.00: EB/Streymur - ÍF (0-0)

Kl.19.00: NSÍ - B36 

Í morgin, mánadagin 15. apríl
Kl.18.00: B68 - 07 Vestur

Støðan í Betri deildin hjá monnum 
1. Víkingur 15 stig *
2. HB 12 stig *
3. B36 10 stig 
4. KÍ 9 stig *
5. 07 Vestur 7 stig
6. NSÍ 6 stig
7. Skála ÍF 3 stig *
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig 
10. ÍF 0 stig

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder