Klæmint og NSÍ knógvaðu B36

Liðið hjá Dan Brimsvík spældi í undirtali eina løtu og misti aftur í FM-stríðnum. B36 er undir trýsti undan dystinum móti Víkingi. NSÍ er nú beint við topp-fýra.

Klæmint Andrasson Olsen skoraði í 1. umfari móti HB, og aftur í dag skoraði 33-ára gamli metmálskjúttin eyðkent mál móti havnarfelagi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen skoraði í 1. umfari móti HB, og aftur í dag skoraði 33-ára gamli metmálskjúttin eyðkent mál móti havnarfelagi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-14 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ er aftur í Betrideildini. Tað hevur verið ein sannroynd í umleið eitt hálvt ár, liðið vann tveir dystir fyrstu fýra umførini og tapt tepurt á útivølli móti KÍ og HB. Tað er tó kanska nú í kvøld, at tað veruliga kendist sum, at teir gulu og svørtu eru aftur: Nógv fólk við Løkin, álopsfótbóltur og sigur móti liðið, har tað púra greitt er meldað út, at man skal kappast um føroyameistaraheiti.

B36 var leikliga betri í 1. hálvleiki, men tað var týðiligt, at heimaliðið hótti. Lívligu Steffan Løkin og Jasper van der Heyden komu millum annað í góðar støður. B36 hevði millum annað góðar deyðbóltsstøður og innlegsstøður.

Sum heild var nógv ferð á dystinum tað mesta av tíðini, og nógvir nærdystir vóru. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Mórits Heini Mortensen sera heppin at ikki verða útvístur fyri eitt høgt spark - hann hevði tá longu gult kort, og løtu seinni tók Jens Wedeborg avleiðingina av hesum, og setti Beinir Nolsøe inn. Ungi miðvallarin spældi væl

Tað var málleyst í steðginum, men í 57. minutt fekk heimaliðið hol á. NSÍ vann bóltin høgt, van der Heyden dribblaði og legði væl inn fyri, har Klæmint Andrasson Olsen sveimaði í eyðkendum stíli og stútaði bóltin í málið. Mál nummar tvey í ár hjá málrevinum úr Rituvík, og tað gjørdist tað einasta í dystinum.

Fáar minuttir seinni fekk Símun Sólhelm beinleiðis reytt kort, og so var brekkan tyngri hjá B36. Seinasta hálva tíma liðið royndu teir tíggju í hvítum, men NSÍ var betri skipað í verjustøðu enn í teimum fyrstu dystunum - millum annað við Betuel Hansen í miðverjuni. Tað var eisini nær við, at heimaliðið fekk økt nakrar ferðir, men man fekk ov lítið burturúr nøkrum umstillingum og góðum plássi.

Hetta kunnu teir í gulum tó floyta á nú: Fyrsti "stóri sigurin" í ár og ein staðfesting av, at NSÍ kann bjóða av móti øllum. Tað var 11 móti 11, tá tað varð 1-0, og NSÍ er á 4. plássi eftir fimm umfør - beint aftanfyri B36 og undir liðuni á KÍ, sum hevur betri málúrttøku.

Fyri B36 hevur tapið møguliga álvarsligar avleiðingar. Tað trýstið sum kom á í oddastríðnum, har Víkingur sær flúgvandi út, eftir javnleikin fyri 07 Vestur í síðstu viku bara vaks. B36 manglaði Jann Benjaminsen í dag men var annars í sterkastu uppstilling. Nú er ein sigur í Sarpugerði næsta sunnudagin so at siga eitt krav - í øllum førum kann liðið hjá Dan Brimsvík ikki tapa. So er man longu langt frá 1. plássinum.

Betrideildin 5. umfar
Í dag, sunnudagin 14.04

NSÍ - B36 1-0 (0-0)
57' Klæmint Andrasson Olsen (Jasper van der Heyden) 1-0
Reytt kort: Símun Sólheim (B36 - 61')

EB/Streymur - ÍF 5-0 (0-0)
56' Virgar Jónsson (Filip Djordjevic) 1-0
67' Jens Erik Bruhn (Virgar Jónsson) 2-0
78' Virgar Jónsson (Jens Erik Bruhn) 3-0
89' Hannus Esmarsson Eiðisgarð (Filip Djordjevic) 4-0
94 (+4)' Filip Djordjevic (Bergur Poulsen) 5-0
Reyð kort: Bogi Reinert-Petersen og Kasper Sommerstedt (ÍF) - í yvirtíðini í 1. hálvleiki

Sí eisini: Stórsigur til EB/Streym móti níggju ÍF-spælarum

Víkingur - Skála 2-1 (0-0)
56' Poul Kallsberg (Jákup Johansen) 1-0
67' Geza David Turi  (Jákup Johansen) 2-0
83' Kristian Martin Jacobsen (Djóni Jansson Petersen) 2-1
sí meira á dystir.fo

HB - KÍ 1-0 (0-0)
90' Bartal Wardum (Viljormur Davidsen) 1-0
sí meira á dystir.fo
Myndir: HB fór avstað við øllum

Les eisini: Víkingur og HB renna frá føroyameistarunum

Í morgin, mánadagin 15. apríl
Kl.18.00: B68 - 07 Vestur

Støðan í Betri deildini hjá monnum 
1. Víkingur 15 stig
2. HB 12 stig 
3. B36 10 stig 
4. NSÍ 9 stig
5. KÍ 9 stig 
6. 07 Vestur 7 stig *
7. EB/Streymur 4 stig 
8. Skála ÍF 3 stig 
9. B68 1 stig *
10. ÍF 0 stig 

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder