Fótbóltur

Bayer Leverkusen hevur vunnið Bundesliguna á fyrsta sinni

Liðið hjá Xabi Alonso tryggjaði sær gullið við knúsandi 5-0 sigri á Werder Bremen í kvøld. 11-ára langa sigursrøðin hjá Bayern München er brotin.

Venjarin og fyrrverandi stórspælarin er ímyndin av - og helst ein høvuðsorsøk til - flottu gongdina hjá Leverkusen (Mynd: EPA)

Venjarin og fyrrverandi stórspælarin er ímyndin av - og helst ein høvuðsorsøk til - flottu gongdina hjá Leverkusen (Mynd: EPA)

2024-04-14 22:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist ein stórur og søguligur sunnudagin í Leverkusen. Fótbóltsfelagið Bayer Leverkusen kundi tryggjað sær fyrsta týska meistaraheiti í nærum 119-ára longu søgu sínari.

Hetta gjørdist eisini veruleiki. Leverkusen snøgt sagt knústi Werder Bremen sundur. Victor Boniface setti hol á við brotssparki í 25. minutti, eftir ein tíma økti Granit Xhaka, og síðani skoraði Florian Wirtz hattrikk.

Stutt eftir seinasta mál hansara bríkslaði dómarin av, og so kom mannamúgvan rennandi inn á vøllin. Spælararnir og Xabi Alonso vórðu heiðraðir, nú meieistaraheitið kom í hús.

[object Object]
[object Object]
[object Object]
Stórur fagnaður á Bay Arena (Myndir: EPA)

Hæddarpunkt frá dystinum síggjast HER

Fimm umfør eru eftir í Týsklandi, og tað sigur nakað um, hvussu støðugt liðið hjá Xabi Alonso hevur verið. 25 sigrar og fýra javnlelkir í 29 dystum, og Leverkusen er ósigrað í øllum kappingum (42 dystum)

Spanski venjarin er sjálvandi ein hetja í býnum, og ein gøta er longu kallað upp eftir honum. 

Leverkusen kann leggja afturat steypaskápinum, ið annars er ógvuliga tómligt. Liðið er í týsku steypafinaluni og í hálvfinaluni í Europa League. Í 2002 tapti liðið - við millum annað Micheal Ballack - steypafinaluna, Champions League-finaluna og meistaraheitið á seinasta degi. Nú kann ein "Treble" koma í hús.

Bayer Leverkusen hevur hervið brotið einaveldi hjá Bayern München. Í fjør vann Bayern Bundesliguna 11. ferð á rað. 

Tað eru nógv í Týsklandi, ið ikki halda hetta vera eitt so stórt ævintýr. Hetta vegna eigaraviðurskiftini hjá Levurkusen, ið eru øðrvísi enn aðrastaðni í Bundesliguni. "Bayer" eigur - les meira um tað her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder