Hondbóltur

Spennandi lutakast á skránni hósdagin

Tá verður greitt hvørji mótsstøðuliðini hjá Føroyum í EM-endaspælinum seinni í ár verða, og eisini í hvørjum landi føroysku kvinnurnar skulu spæla.

Føroysku kvinnurnar fegnast um EM-plássi í Íslandi - skjótt verður greit hvar og ímóti hvørjum spælast skal í EM-endaspælinum. Tað verður í november-desember (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku kvinnurnar fegnast um EM-plássi í Íslandi - skjótt verður greit hvar og ímóti hvørjum spælast skal í EM-endaspælinum. Tað verður í november-desember (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-16 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri stuttum varð greitt, at Føroyar skulu til EM í vetur. Endaspælið verður í trimum ymiskum londum - Eysturríki, Ungarn og Sveis - og tíðliga hóskvøldið verður greitt hvar og ímóti, hvørjum Føroyum skulu spæla ímóti.

Lutakastið verður í Wien. Har skulu tey 24 londini býtast í seks ymiskar bólkar. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki. Hetta er sama skipan sum hjá monnum.

Føriyar eru í fjórða og niðasta styrkisbólki.

Bólkur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki Niðurlond

Bólkur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis og Eysturríki

Bólkur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Norðurmakedónia, Ísland

Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia

Fram til lutakastið fara vit at koma nærri inn á, hvar bestu møguleikarnir hjá Føroyum liggja, og hvat nakrir spælarar ynskja. Lutakastið byrjar hósdagin 18. apríl klokkan 17.

[object Object]Mynd: eurohandball.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder