Hondbóltur

StÍF tók sigurin á Skála seinastu løtuna

StÍF kann tryggja finaluplássið leygardagin á Hálsi. Tað lá annars til Neistin, tá nakrir minuttir vóru eftir, men so stongdu Momoko Debes og verjan, og StÍF skoraði aftur uppá sínar møguleikar.

Natasja Hammer kom innaftur til síðstu løtuna og setti ferð á hjá StÍF. Landsliðsbakkurin varð toppskjútti hjá heimaliðnum við sjey málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Natasja Hammer kom innaftur til síðstu løtuna og setti ferð á hjá StÍF. Landsliðsbakkurin varð toppskjútti hjá heimaliðnum við sjey málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-17 20:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsta av í øllum førum fýra FM-hálvfinalum í SMS-deildini varð spæld á Skála fyri løtu síðani. Neistin endaði frammanfyri í landskappingini, men StÍF liðið hevur ment seg gjøgnum árið. Neistakvinnur vóru eisini uttan skadda spælskiparan Mariu Pálsdóttir Nólsoy. Hetta skuldi vísa seg at gerast ógvuliga týðandi.

Tað var StÍF, ið fekk tingini at sita betri fyri steðgin, og burdi heimaliðið verið á odda við fleri enn tveimum málum í steðginum. Einaferð var munurin seks mál, men Yui Shibuya byrjaði at álvara at taka í Neista-málinum seinastu løtuna fyri steðgin. Álopsspælið hevði verið hakkut, men so fór tað at eydnast væl at spæla við tveimum strikum: Brynja Høj skoraði fleiri góð mál av strikuni, og Bjørk Frankdsóttir Joensen tók sakina í egnar hendur í nøkrum førum.

Í 2. hálvleiki brendi StÍF illa. Yui hevði samanlagt 17 bjargingar, sambært hagtølunum hjá Sjúrði Hildarson Hoydal (Trok/live.hsf.fo). Hetta órógvaði sjálvandi nógv. Tað var inntenst og ein meira málfátækur hálvleikur, har japanski málverjin hjá StÍF, Momoko Debes eisini tók nógv.

[object Object]
Momoko Debes (f. Nakamura) spældi stóran leiklut í sigrinum í dag við nógvum bjargingum - eisini setti hon ofta skjótt og væl í gongd (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hetta gjørdist ógvuliga týðandi móti endanum. Brynja Høj skoraði til 22-24, tá beint yvir sjey minuttir vóru eftir. Men so skoraði Neistin ikki aftur. Natasja Hammer, ið hevði spælt væl í 1. hálvleiki men síðani gjørdu ávís mistøk, hevði fingið ein lítlan stegð men kom nú innaftur og gav Neista-verjuni stórar trupulleikar og liðnum hjá pápa sínum stórar trupulleikar.

StÍF skoraði seinastu fimm málini og vann harvið 27-24 til stóra frøi fyri stóru fjøldina í høllini á Skála. StÍF hevur nú fyrimunin í finalustríðnum og kann avgerða tað í Havn leygardagin klokkan 15.

Tá skal Neistin reisa seg - álopið støðgaði upp ov ofta í dag, og tað er ikki so løgið, tá ein profilur sum Maria Nólsoy manglar. Liðið er framvegis ógvuliga ungt. Nú skal Neistin vinna hálvfinalu nummar 2 fyri at hava ein møguleika at røkka FM-finalunum.

Fyrstu hálvfinalurnar í SMS-deildini
Í dag, mikudagin 17.04 

StÍF - Neistin 27-24 (16-14)
Toppskjúttar: Bjørk Franksdóttir Joensen (Neistin) 8 mál, Natasja Hammer (StÍF) 7 mál

Sí dómaraseðil og dystargongd her

20.00: VÍF - Kyndil 
(live.hsf.fo)

Liðið, ið fyrst vinnur tvær hálvfinalur, spælir seg í FM-finalurnar. Tað er "best av trimum"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder