Fótbóltur

Lutakast verður beint eftir B36-Skála í kvøld

Tað verður sent á Rás 1 í Televarpinum. Har verður greitt, hvussu liðini skulu spæla í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.

2024-04-25 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint eftir síðsta bríksl í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, verður lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í fjórðingsfinalunum.

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.

Fýra í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið eru spældir, og tríggir dystir eru á skránni í dag, flaggdagin 25. apríl:

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, flaggdagin 25.04:
15:00: B68 - ÍF 
17:30: EB/Streymur - 07 Vestur
19:00: B36 - Skála

Eftir dystirnar í gjár er greitt, at í øllum førum AB, TB, Víkingur og HB verða í bollanum. NSÍ skal eisini spæla fjórðingsfinalu. Hetta tí at liðið slapp beinleiðis víðari við lutakastið fyrstu ferð - tað er eitt ólíka tal av liðum í kappingini um Løgmanssteypið.

Aftaná dystin í Gundadali í kvøld verður farið undir lutakastið til fjórðingsfinalurnar, sum eru á skránni hósdagin 9. mai. Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder