Annað

Páll Heri Nolsøe føroyameistari í billlard

Eftir harða og drúgva kapping gjørdist tvøramaðurin Páll Heri Nolsøe aftur nýggjur føroyameistari í billard. Hann vann í finaluni á Halli Joensen. Nr. 3 gjørdist FM meistarin frá 2023 Ólavur Kjølbro..

Páll Heri Nolsøe nýggjur føroyameistari í billard. Her saman við Halli Joensen, sum gjørdist nr. 2 og Ólavi Kjølbro, sum gjørdist nr. 3. Mynd Jan Müller

Páll Heri Nolsøe nýggjur føroyameistari í billard. Her saman við Halli Joensen, sum gjørdist nr. 2 og Ólavi Kjølbro, sum gjørdist nr. 3. Mynd Jan Müller

2024-04-27 19:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Síðani føroyski ítróttarheimurin hevur latið dyrnar upp fyri billardspælinum er áhugin fyri hesi serstøku ítróttargreinini nógv vaksin. Og tað kom til sjóndar í dag, tá finaluumfarið fyri einstaklingar varð spælt í snotuligu hølunum í Klaksvík, og har eingin minni enn sjálvur borgarstjórin vitjaði og handaði steyp. 

[object Object]

Vinnari og føroyameistari gjørdist ein billardsnillingur av Tvøroyri. Hóast nógvir frægir billardspælarar finnast kring alt landið, so hevur Páll Heri Nolsøe víst, at hann telist millum teir bestu nakrantíð.

[object Object]

[object Object]

Og hetta prógvaði ungi tvøramaðurin aftur í dag, har hann megnaði at vinna á so frægum spælarum sum Halli Joensen og Ólavi Kjølbro.

Ólavur Kjølbro, sum vann á Páll Hera í fjør, mátti lúta fyri nýggja meistaranum í semifinaluni, ið gjørdist ómetaliga jøvn og spennandi. Áhugarvert er at bíta merki í, at teir tríggir oddapælararnir í dag vunnu ávikavist FM heitið í ár, í fjør og fyrrárið. 

[object Object]Karl Johansen, borgarstjóri og aðrir klaksvíkingar hava nógv at  takka Haldor Holm fyri at hava gjørt Klaksvíkina til tað føroyska billardmekkaðið. Tá varð ásannað í dag. Mynd Jan Müller. 


Borgarstjórin í Klaksvíl, Karl Johansen,  var sum ikki einaferð á rætta stað til røttu tíð og heilsaði bæði vinnandi spælarunum og teimum  mongu, sum vóru komin at fylgja við, nú billard er vorðið enn ein fólksins ítróttur.  

Portalurin fer at kunna meira um billardkappingarárið, sum nú er lokið,  í komandi grein.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder