Fótbóltur

- Vit eru so yvirdrivið glað

Ásla Johannesen og liðfelagarnir hava stórfegnast síðani steypið varð tryggjað í gjár. Móttøka verður í Luleå um eina løta - síðani er venjing aftur á skránni.

Ásla Johannesen hevur vunnið svensku steypakappingina.

Ásla Johannesen hevur vunnið svensku steypakappingina.

2024-05-02 11:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Jamen vit eru so yvirdrivið glað - allar í hópinum og rundanum liðið - og vit hava sjálvandi dansa alla náttina! Vit eru avegis til Luleå nú, og har verður mottøka fyri okkum. Eg ani ikki, hvat og hvussu, men eg veit, at okkurt skal henda á flogvøllinum.

Hetta sigur ein ógvuliga fegin Ásla Johannesen úr Svøríki, tá Portalurin fyri lítlari løtu fekk orð á hana. Føroyski landsliðsliðskiparin er partur av søguligum steypagulli hjá Piteå IF, sum við brtssparki í yvirtíðini á Bravida leikvøllinum koppaði Häcken - liðnum hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen.

Les eisini: Ásla og Piteå eru steypavinnnarar

Hetta var fyrstu ferð, at felagið úr Norrland kom í finaluna, og tað er stórt fyri tey. Tað merkist væl, sigur Ásla, sum tó skjótt hevur aðra uppgávu at hugsavna seg um.

- Vit hava dyst aftur sunnudagin longu, so vit hava eina sovnevnda "recovery venjing" tá vit koma heim a stadion i dag. Og so fokusera vit uppá næstu upppgávu, staðfestir Ásla Johannesen fyri portal.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder