Fótbóltur

- Vit skulu byggja nakað sterkt upp við Løkin

Royna sjálvandi at vinna so nógvar dystir sum møguligt, og topp-fýra hevði verið deiligt, men málini hjá NSÍ røkka longur fram í tíðina, sigur venjarin Jens Wedeborg. Tað snýr seg millum annað um venjingarmentan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-03 20:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er hart at tapa, men men má eftirmeta skynsamt og skilja ímillum úrslit og avrik. Vit vildu ógvuliga gjarna hava eitt stig, og sum heild var eg nøgdur við avrikið. Er ein javnur dystur móti oddaliðnum, og vit eru við allan vegin.

Soleiðis sigur Jens Wedeborg um seinasta dystin, sum NSÍ spældi. Tað var á heimavølli móti Víkingi mánakvøldið. Oddaliðið skoraði einsamalla málið í dystinum. 44-ára gamli svenski venjarin sær ljóst uppá ymisk ting, og við Portalin setur hann orð á, hvat NSÍ serliga skal arbeiða við.

[object Object]Jens Wedeborg her í leiklutinum sum venjari hjá KÍ-kvinnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Fyrst og fremst skulu vit arbeiða vit smálutum. Slíkum tingum sum serliga toppliðini bara oftast gera rætt. Kundu ikki verið betri nøgdir við ungu spælararnir, sum koma inn. Teir gera tað ógvuliga væl, og vit hava kapping um plássini: Spælarar sum trýsta hvønn annan og seg sjálvar hvørja venjing.

Jens var í KÍ í 2021, sum venjari hjá 1. deild monnum, Betri kvinnum og á akademiinum. Nú er hann aftur í Føroyum, og hava ídni venjarin og NSÍ eina ætlan, sum røkkur longur enn 2024.

- Felagið hevur ikki beinleiðis sum mál at fáa nakað av ovastu plássunum í ár. Tað snýr seg um at hava góðan sturktur, sunt venjingarumhvørvi við professionaliteti og eitt sterkt “úttryk”. Sjálvandi skulu vit royna at vinna so nógvar dystir sum gjørligt. Um vit so koma í topp-fýra, hevði tað verið ógvuliga deiligt, men tað snýr seg mest um at byggja nakað upp, ið heldur í longri tíð.

Uppflytararnir eru í løtuni á 4. plássi í Betrideildini við 12 stigum fyri sjey dystir. Uppgávan í morgin er B68 á Svangaskarði - klokkan 15.

Jens Wedeborg staðfestir, at hesa uppgávuna gleða teir seg sjálvandi til. Tað er eisini aftur ein møguleiki at byggja á grundina. Tað er sannlíkt, at Konrad Gustafsson, og í øllum førum Steffan Løkin, eru tøkir aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder