Fótbóltur

Tríggjar áhugaverdar uppgerðir á skránni í dag

B68 og NSÍ leggja fyri klokkan 15 á Savngaskarði. Í kvøld eru Víkingur og KÍ favorittar móti ávíkavist EB/Streymi og 07 Vestur.

Seinast B68 og NSÍ hittust í Betrideildini: Tá var pláss í deildini uppá spæl, og teir úr Nes kommunu vóru omaná (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast B68 og NSÍ hittust í Betrideildini: Tá var pláss í deildini uppá spæl, og teir úr Nes kommunu vóru omaná (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-04 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir teir fyrstu dystirnir í 8. umfari í Betrideildini verða spældir í dag.

Betrideildin menn  8. umfa

Í dag, leygardagin 4. mai
B68-NSÍ (15:00)
EB/Streymur-Víkingur (18:00)
KÍ-07 Vestur (18:30)

Í morgin, sunnudagin 5. mai
ÍF-Skála ÍF (15:00)
HB - B36 (17:00)

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 21 stig
2. HB 18 stig
3. KÍ 15 stig
4. NSÍ 12 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig

Talan er um dystir við nøkrum á pappírinum rímiliga greiðum favorittum, men sum man samstundis sær ein møguliga fyri blíva heilt spennandi.

Seinast NSÍ og B68 hittust í Betrideildini var í oktober 2022, tá B68 sendi NSÍ niður við sigri við Løkin. Nú eru runavíkingar í betri støðu og liggja á 4. plássi - liðið hjá Jákupi á Borg hevur ikki vunnið í Betrdeildini í ár og er í bontinum. Æran er eisini uppá spæl á bátafestivalinum, har fýverk kann væntast. Steffan Løkin er tøkur aftur fyri NSÍ og møguliga eisini svenski miðvallarin Konrad Gustafsson.

Sí eisini: Jens Wedeborg: - Vit skulu byggja nakað sterkt upp við Løkin

Víkingur hevur vunnið allar sínar dystir í ár og hevur nú samanlagt 20 sigrar á rað í Betrideildini. EB/Streymur hevur tó sæð gott út í seinastuni og kundi væl fingið stig móti bæði HB og KÍ. Víkingur er tó stórfavorittur í Stremynesi og kann framhaldandi leggja trýst á hini.

Sí eisini: 
Poul Kallsberg: - Hetta kemur als ikki av sær sjálvum
Ingi hevur brotið fótin

Trífaldu føroyameistararnir hava verið heldur skinklandi, og nevndin tók avleiðingina í síðstu viku. Haakon Lunov varð sagdur úr starvi, og Espen Haug fekk ein smalan sigur í Streymnesi í fyrstu royndini sum fyribils venjari. Jákup Biskopsø Andreasen fór tó av vølli við broti í beinum, og hóast spælarar eru á veg aftur frá skaða, so skulu KÍ svara fleir spurningum móti 07 Vestur, ið er heldur torført at rokna út.

Sí eisini: Jákup fingið eit brot í beinið

Televarpið vísir allar dystirnar. Til ber at fylgja gongina á forsíðuni hjá Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder