Hondbóltur

Kyndil er greipuvinnari hjá kvinnum

Hetta er greitt eftir eina ógvuliga spennandi og inntensa triðju FM-finalu í Hoyvíkshøllini seinnapartin. Sterki verjuparturin hjá Kyndil gjørdist avgerandi, og ungar tóku ábyrgd saman við teimum royndu.

Barbara Hammer, ið skoraði samanlagt fimm mál og millum annað nøkur avgerandi seinastu løtuna. Hon var eisini stinn í verjuni, har Kyndil skuldi hava tamarhald á serliga Natasju Hammer (Mynd: Sverri Egholm)

Barbara Hammer, ið skoraði samanlagt fimm mál og millum annað nøkur avgerandi seinastu løtuna. Hon var eisini stinn í verjuni, har Kyndil skuldi hava tamarhald á serliga Natasju Hammer (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-04 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja FM-finalan í SMS-deildini er júst liðug. Hetta kundi gerast tann seinasta, og hetta hendi eisini í Hoyvíkshøllini, sum Kyndil í dag hevði sum heimavøll. Kyndil vann 23-19

Tær í grønum skoraðu fýra tey fyrstu málini í dystinum, men tá StÍF kom í gongd var tað ein ógvuliga javnur og inntensur dystur. Hann var merktur av nógvum mistøkum og ikki avgjørdur fyrrenn seinastu minuttirnar, tá tær í grønum fóru frá.

Kyndil hevði aftur stórar trupulleikar við at loysa tað í álopsspælinum, har Turið Arge Samuelsen varð so at siga mansvard allan dystin. Ein rúgva av brendum skotum vóru, og í 2. hálvleiki hevði Momoko Debes eina rúgvu av stórbjargingum í StÍF.

[object Object]
Kyndil stríddist aftur í dag viðat finna loysnirnar

[object Object]Jovana í málinum gjørdi aftur stóran mun (Myndir: Sverri Egholm)

Ímóti endanum fingu serliga Barbara Hammer og Nadja Pejovic tó neyðugu málini. Kyndla-verjan var eisini fantastisk í 2. hálvleiki, har StÍF bert skoraði sjey mál. Jovana Stranjanac var aftur ein stórur faktorur í málinum, har Gylta Djurhuus á Neystabø eisini kom inn eina løtu og gjørdu mun.

Nakrar av teimum heilt ungu hjá Kyndli vóru við at taka ábyrgd. Hetta á einum degi har tað var stirvið og strævið móti stríðsfúsum StÍF-liði sum eftir stórtap í fyrstu finaluni veruliga hevur víst tenn í aðru og triðju finaluni og bjóðað Kyndli upp til dans.

Tað vóru tó favorittarnir, sum uppiborið vunnu FM - tað fyrsta hjá felagnum síðani 2019. Steypakappingin kom í hús í februar, og harvið hevur Kyndil nú vunnið greipuna - eins og fyri fimm árum síðani.

Samrøður og meira seinni.

Triðja FM-finalan í SMS-deildini
Í dag, leygardagin 4. mai, í Hoyvíkshøllini
Kyndil (3) - StÍF (0) 23-19 (11-12)

Toppskjúttar: Natasja Hammer 8 mál, Turið Arge Samuelsen 6 mál
Dómaraseðil og dystargongd her

Dystargongdin:

5 min: 2-0
10 min: 4-1
15 min: 4-4
20 min: 6-8
25 min: 10-9
30 min: 11-2
35 min: 12-14
40 min: 13-14
45 min: 14-15
50 min: 17-17
55 min: 19-18
60 min: 23-19

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder