Fótbóltur

Video: - Er tað sum eg havi arbeitt fyri alt ár

Deiligt at føla at man kann gera mun í einari grannauppgerð, sum er trupul men lekkur at koma inn í, sigur havnarmaðurin Leivur Guttesen, sum avgjørdi fyri HB móti B36.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-05 20:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hava marginalarnir við okkum til tíðir, men allir vita  hvat teir skulu gera og arbeiða knallhart til seinasta bríksl(....) vit fara bara inn og gera hvat vit kunnu hvønn dyst.

Soleiðis lýsir Leivur Fossdal Guttesen góðu gongdina hjá HB. Liðið hevur nú sjey sigrar á rað

Hesari gongdini er 22-ára gamli havnarmaðurin partur av. Hann hevur fingið álit og spælitíð vegna skaðar og skiftandi raðfestingar hjá HB. Í dag skoraði hann sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá HB í Betrideildini - Leivur avgjørdi móti B36 við einari perlu:

- Tað kendist perfekt til mín at skjóta har. Deiligt at síggja bóltin fara inn.

Hoyr innskifta dystaravgerandi Leiv Guttesen seta orð á støðuna og mentalitetin í HB omanfyri.

Betrideildin menn 8. umfar
Í dag, sunnudagin 5. mai

HB - B36 2-1 (1-0)
5' Jacob Johansson (Áki Samuelsen) 1-0
60' Mattias Hellisdal (Anton Søjberg) 1-1
82' Leivur Fossdal Guttesen (Hanus Sørensen) 2-1

Sí eisini: HB eigur framvegis Havnina

Til ber at lesa meira um dystargongdina HER
Sì uppstillingar, hagtøl og annar her

ÍF-Skála ÍF 1-2 (0-2)
26' Karl Martin Johansen, br. 0-1
38' Ragnar Skála 0-2
90 (+4)' Elvio Gelmini 1-2

Sí meira um dystin her
Les eisini: Skála hevur skrætt seg leyst av niðurflytingarstríðnum

Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 24 stig
2. HB 21 stig
3. KÍ 18 stig 
4. NSÍ 15 stig 
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig 
10. ÍF 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder