Taks: Ansið eftir følskum boðum
Í boðum, sum líkjast almennari kunning frá Taks, verða móttakarar bidnir um at trýsta á eitt leinki fyri at fáa skatt endurgoldnan, men Taks undirstrikar, at tey ongantíð biða um persónligar upplýsingar gjøgnum leinki í SMS-boðum ella telduposti