Mentan

Salman Rusdie tosar um hendingina tá hann misti eygað

Varð álopin og stungin fleiri ferðir í 2022 – nú hevur hann skrivað bókina “Knife” um hendingina

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-16 09:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Virðislønti rithøvundurin og stríðsmaðurin fyri framsøgufrælsi, Salman Rushdie, gevur í dag út eina nýggja bók. “Knife” – knívur – eitur bókin.

Í bókini skrivar Rushdie fyri fyrstu ferð í smálutum um hendingina 12. august 2022, tá hann var úti fyri drápsroynd undir einum fyrilestri í New York. Álopið hendi yvir 30 ár eftir at ein ‘fatwa’ - deyðadómur - varð lýst yvir hann orsaka av skaldsøguni “Satanisku ørindini” frá 1988.

- Eg hugsaði, at eg nú fór at doyggja. Tíbetur mistók eg meg, sigur Rushdie í samrøðu við BBC.

Hann greiðir frá, hvussu eyga hansara, ið varð rakt av knívinum hjá illgerðarmanninum, hekk móti kjálkanum “eins og eitt bleyttkókað egg”, og hvussu tað ávirkaði hann at missa eygað.

Hetta er ein av staklutunum, sum Rushdie greiðir frá í bókini. Bókin er hansara háttur at arbeiða við hendingini, og berjast móti tí, ið hendi, sigur hann við BBC.

Í samrøðu við 60 minutes hjá amerikansku sjónvarpsstøðini CBS tosar Rushdie eisini um álopsmannin.

- Hann og eg høvdu 27 sekund saman. Tað var tað, sigur hann í sendingini.

Sambært løgregluni varð Rushdie stungin 12 ferðir hesi 27 sekundini. Fleiri staðni á yvirkroppinum, í hálsin, hondina og ringast av øllum: í høgra eyga, sum hann misti.

Eftir 18 dagar á sjúkrahúsi og tríggjar vikur í endurvenjing, varð hann útskrivaður. Ein av skurðlæknunum segði tá við hann, at Rushdie hevði verið bæði heppin og óheppin samstundis.

“Hvat er tað hepna”, spurdi Rushdie, og læknin svaraði: “Tað hepna var, at hann, sum leyp á teg, ikki hevði ánilsi um, hvussu hann skuldi drepa nakran við einum knívi”.

Álopsmaðurin, ein 24 ára gamal muslimskur maður úr New Jersey, er ikki dømdur enn. Hann noktar seg sekan.

Rushdie sigur í samrøðuni við BBC, at stríðið fyri framsøgufrælsið er vorðið trupult, serliga orsaka av hugburðinum, sum hann sær hjá nógvum ungum.

- Avbjóðingin við framsøgufrælsi er, at ein er noyddur til at loyva framsøgnum, sum ein sjálvur ikki er samdur í.

Eftir álopið hevur Rushdie víst seg lítið í almenninginum, og hann hevur heldur ikki tosað alment um, hvat hendi.

Átrúnaligi leiðarin í Iran, Khomeini ayatollah, lýsti deyðadóm yvir rithøvundan og øll, sum høvdu samband við bókaútgávu hansara. Norski bókaforleggjarin, William Nygaard frá forlagnum Ascehoug, gjørdi hereftir av at framskunda bókaútgávuna. Í 1993 varð hann úti fyri eini drápsroynd í Oslo. Hann varð skotin, men doyði ikki.

Salman Rushdie er breti av indiskum uppruna, føddur í Bombay 19. juni 1947. Hann býr nú í New York. Hann fekk bretskan ríkisborgararætt í 1964 og amerikanskan ríkisborgararætt í 2016. Hann livdi í fleiri ár undir sterkum løgregluvarðhaldi. Í 1998 kunngjørdi iranska stjórnin at hon ikki longur ynskti deyðadómin fullførdan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder