Mentan

Sunnudagin fer Mentanarvikan í Runavíkar kommunu í gongd

Setanin verður í Gulu Smiðju í Saltangará frá klokkan 14 sunnudagin 21. apríl. Petur Hansen, formaður í Mentanarnevndini, heldur røðu. Síðani byrjar ein rúgva av tiltøkum runt í kommununi

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og Petur Hansen, formaður í Mentanarnevndini, heldur røðu. Næmingar úr framhaldsdeildini í Runavíkar skúla framføra nøkur løg úr sangleikinum, “Vakurleikin og Beistið

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og Petur Hansen, formaður í Mentanarnevndini, heldur røðu. Næmingar úr framhaldsdeildini í Runavíkar skúla framføra nøkur løg úr sangleikinum, “Vakurleikin og Beistið

2024-04-17 21:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett sunnudagin 21. apríl kl 14.00 í Gulu smiðju í Saltangará. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Støkk inn á gólvið til setanina í Gulu smiðju sunnudagin 21. apríl kl. 14.00. Til ber eisini at súkkla ella renna hagar í felag við Rynkunum ella Roysninum. Tíðarætlan og nærri kunning eru at finna í skránni.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og Petur Hansen, formaður í
Mentanarnevndini, heldur røðu. Næmingar úr framhaldsdeildini í Runavíkar skúla framføra nøkur løg úr væl eydnaða sangleikinum, “Vakurleikin og Beistið”, ið tey sýndu í Løkshøll herfyri. Okkurt gott undir góman verður eisini at fáa.

Mentanarvikan 2024 byrjar við einum braki
Longu sunnudagin er nógv á skránni. Fleiri listaframsýningar lata upp; millum tey, ið sýna fram, eru Astri Luihn í Glyvra kirkju, Harry Knudsen og Marita Terjadóttir í Bátafelagnum á Bakka, Ivonna Johansen í Oyndarfjarðar skúla, Petsia, Maifríð Skibenæs og David á Brúnni í Grótinum í Skipanesi.

Millum mangt annað hendan dagin verður Bachata dansur í Gulu smiðju um kvøldið. í Oyndarfjarðar kirkju framførir Guðrið Hansdóttir nøkur løg og Lív Maria Róadóttir Jæger lesur upp yrkingar. Í Funningi fer Sámal Matras Kristiansen at halda fyrilestur um sálmin "Tíðin rennur sum streymur í á" í Funnings kirkju, og føroyskur dansur verður eisini í nýumvældu dansistovuni Funningi.

Mánadagin kanst tú m.a. læra um blómubinding ella at sáa, planta og velta egið grønmeti. Børnini kunnu vera við í teknikapping á Bókasavninum við Løkin.

Mánakvøldið verður orðaskifti undir heitinum “Móðurmálið og vitlíki – á hvørjum máli samskifta vit?” í Løkshøll. Eitt væl upplagt panel er klárt at kjakast. Harumframt verða fleiri tónleikainnsløg.

Visit Runavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder