Innanlands

Víkiskylduóhapp í Gøtudali

Tveir bilar stoyttu saman seinnapartin í gjár. Eingin álvarsligur mansskaði

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2024-04-19 07:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var klokkan hálvgun trý seinnapartin í gjár í Gøtudali.

Løgreglan sigur, at talan var um eitt víkiskylduóhapp við útkoyringina við Magnstøðina og út á landsvegin.

Bilarnir vóru rættiliga illa, men einki bendi á alvorligan mansskaða. Tvey fólk vóru í eina bilinum og eitt í hinum. Fólkini vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder