Innanlands

Millum 10-20 sjálvboðin til arbeiðis í Nesvík hvønn týsdag

Seinastu vikurnar hevur arbeiðsdagur verið í leguhúsinum í Nesvík týsdagar

(Mynd: Trúboðin)

(Mynd: Trúboðin)

2024-04-22 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvønn týsdag seinastu vikurnar hava nógv sjálvboðin møtt upp í Nesvík fyri at gera ymsar ábetur á Leguhúsið áðrenn summarlegurnar fara í gongd í juni.

Tað skrivar Trúboðin á heimasíðuni.

Hvørja viku møta millum 10-20 arbeiðsfólk upp at hjálpa við alskyns uppgávum – hvørt tað er allan dagin ella part av degnum.

- Serliga verður arbeitt við at flyta verkstaðið í kjallaranum og víðka um og gera ítrivsrúmið í stand. Hetta verður eftir ætlan eitt størri aktivitets-rúm, ið kann brúkast á ymsan hátt til legur og tiltøk í húsinum – eitt nú til ítriv, bønarrúm, hugnarúm v.m. Og vónin er, at hetta verður klárt at taka í nýtslu, tá summarlegurnar byrja, skrivar Trúboðin.

Árligi arbeiðsdagurin verður kortini í juni, tá nógvar stórar ábøtur verða gjørdar. Týsdagurin er hinvegin ein góður møguleiki hjá pensjónistum, útisiglarum ella øðrum, sum kunnu leggja sær ein vanligan týsdag til rættis, at hjálpa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder