Innanlands

Felagskonsert í Fríðrikskirkjuni leygardagin

Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni, Kristiliga Sangkórinum og Sandskórinum luttaka - Susanne Brattaberg er kórleiðari hjá øllum trimum kórunum. Byrjað verður klokkan 17

Næmintar úr Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at spæla saman við kórinum og einsamalllir, luttaka eisini

Næmintar úr Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at spæla saman við kórinum og einsamalllir, luttaka eisini

2024-04-24 11:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 27. apríl klokkan 17.00 verður felagskonsert í Fríðrikskirkjuni við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni, Kristiliga Sangkórinum og Sandskórinum.

Susanne Brattaberg er kórleiðari hjá øllum trimum kórunum.

Eisini luttaka musikskúlanæmingar frá Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at spæla saman við kórinum og einsamalllir.

Føroysk og útlendsk løg verða framførd. Millum annað eftir H. J. Højgaard, Knút Olsen og J. S. Bach.

Konsertin er partur av skránni hjá Várdøgum í Nes kommunu.

Nes kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder