Mentan

Frá Red Rocks Amphitheater til Royal Albert Hall

Eivør hevur stórar uppgávur fyri tíðina. Í gjár framførdi hon fyri umleið 9.000 fólkum í fjallalendi í Denver í USA. 10. mai skal songkvinnan á pall í víðagitnu konserthøllini í London

Konsertin í gjár var partur av konsertferð í USA, sum sjálvandi er ein stórur og áhugaverdur marknaður. Skjótt verður Eivør í høvuðsstaðnum í Onglandi - seinni í ár hevur hon konsertir í Føroyum

Konsertin í gjár var partur av konsertferð í USA, sum sjálvandi er ein stórur og áhugaverdur marknaður. Skjótt verður Eivør í høvuðsstaðnum í Onglandi - seinni í ár hevur hon konsertir í Føroyum

2024-04-24 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesar vikurnar hevur Eivør fleiri spenanndi tiltøk á skránni.

Eitt slíkt var í gjárkvøldið, tá Eivør framførdi á  Red Rocks Amphitheatrinum í Denver. Talan er um serstakt spælistað í tónleikaheiminum. Tað hevur 11 ferðir hevur vunnið Pollstar virðislønina fyri at verða besta uttandura spælistað.

Eivør og bólkur hennara stóðu frammanfyri eini 9.000 fólkum uppi á stórslidna reyðlitta fjallalendinum í amerikanska statinum Colorado.

Konsertin var partur av konsertferð í USA, sum sjálvandi er ein stórur og áhugaverdur marknaður. Har hevur songkvinnan, sangskrivarin og tónleikarin úr Syðrugøtu eisini vunnið seg meira fram seinnu árini. 

Skjótt stendur Eivør eisini í stórari uppliving í London. Royal Albert Hall er stór og vøkur, og talan er um eitt av kendastu spælistøðunum í heiminum. Har skulu Eivør og føroyski bólkur hennara framføra fríggjadagin 10. mai.

Eilvør spældi skjótt útseldar konsertir í Føroyum millum jól og nýggjár. Hon spælir aftur á heimastaðnum á G!. 30. og 31. augst hevur Eivør útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum. Hetta í samband við at fløgan Enn kemur út í juni.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder