Innanlands

Lendisgøta verður uppkallað eftir Eliasi

Skotið verður upp, at lendisgøtan, sum í løtuni verður løgd millum Klingruna og nýggju stórhøllina við Tjarnir, verður kallað Skipagøta

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-24 16:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt av málunum, sum er fyri á fundinum hjá Tórshavnar býráð í dag, er at samtykkja eitt navnn til lendisgøtuna, sumí løtuni verður løgd millum Klingruna og niðan til nýggju stórhøllina við Tjarnir.

Ætlanin er at heiðra hondbóltinum og serliga hoyvíkinginum Eliasi á Skipagøtu við at geva gøtuni navnið Skipagøta.

“Staðsetingin fyri høllina kennist í dag nakað langt burtur frá bygda umhvørvinum, og hevur kommunan tískil tikið stig til at gera eina gøtu frá Klingruni og niðan gjøgnum vátlendi, fram við Stórutjørn, heilt niðan til Stórhøllina. Eftir hesi gøtu vónar kommunan, at borgarar og vitjandi fara at njóta náttúruna niðan til Stórhøllina at venja og hyggja eftir ítrótti o.ø.

Og tá nú hondbólturin og hondbóltshetjurnar á føroyska manslandsliðnum hava fylt so nógv í hugaheiminum hjá flestu føroyingum eftir flotta úrslitið í Týsklandi í januar 2024, so er politiskt ynski komið fram um at heiðra hondbóltinum og einstaklinginum Elias Ellefsen á Skipagøtu við navngeva lendisgøtuna ... Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur saman við sínum liðfeløgum, HSF og hondbóltsfamilju sínari veruliga sett hondbóltin í Føroyum á breddan, og ynskir Tórshavnar kommuna at staðfesta og heiðra hansara persónligu góðu og merkisverdu avrik við at navngeva lendisgøtuna millum Klingruna og Stórhøllina við navninum “Skipagøta”, verður sagt í viðmerkingunum til málið.

Eftirnavnið á Skipagøtu stavar úr Skúvoy. Langabbi Elias, Jens Jensen, keypti sær hetta eftirnavnið í síni tíð.  

Býráðsfundurin byrjar klokkan 17. Fundurin verður stroymdur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder