Fyrsta slagið millum Kyndil og StÍF stendur klokkan 17

Tær í grønum úr Havn eru í rímiliga greiðum favorittleikluti undan FM-finalunum í SMS-deildini, men StÍF hevur helst amboðini til at gera tað spennandi. Kyndil tekur ímóti í dag

Kyndil vann seinast FM-heitið í 2019. Tá kom greipan eisini í hús, og tað er eisini málið nú hjá sterka liðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kyndil vann seinast FM-heitið í 2019. Tá kom greipan eisini í hús, og tað er eisini málið nú hjá sterka liðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-28 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meðan finalurøðin hjá monnum koyrir fyri fullum útblástri, fer finalurøðin í SMS-deildini nú av bakkastokki.

Les eisini: Liggur nú til H71

StÍF vann fyrst á EB í fjórðingsfinaluni og síðani 2-0 í hálvfinalurøðini á Neistanum. Kyndil vann grundspælið greitt, og steypavinnarin vann eisini 2-0 í sínari hálvfinalurøð móti VÍF.

Kyndil er FM-favorittur, og í felagnum hungrar man eftir einum FM-heiti. Seinast var í 2019, tá Kyndil koppaði VÍF í spennandi finalurøð.

[object Object]
Bjarta Johansen er ein av mongum hjá Kyndli, sum hevur staðið í finalustøðum feiri ferðir fyrr. At felagið hevur eitt nýtt ættarlið av spennandi spælarum sæst eisini væl (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]StÍF gjørdi sítt fyri at forða Neistanum - nú verður avbjóðingin uppaftur størri (Mynd: Sverri Egholm)

StÍF hevur vunnið FM síðani. Í 2021 var sannur hondbóltsfepur á vestara armi av Skálafjørðinum, tá stranda- og skálakvinnur, við millum annað japanskum íblástri, tóku øll av bóli og endaðu við steypinum eftir fleiri sterk avrik.

Tað er við at birtast eitt slíkt huglag, men samstundis er man kring StÍF greiður yvir, at Kyndil verður eitn ógvuliga stórur biti. 

Í hálvfinalurøðini eydnaðist VÍF rímiliga væl at halda talinum av málum hjá Turið Arge Samuelsen niðri, hóast toppskjúttin í deildini framvegis skoraði nógvi mál og gjørdi stóran mun. Kyndil vísti tó, at nógvar kunnu taka ábyrgd - ungar sum eldri - og sterka eindin fær nú eisini Marionnu Geirsdóttir Eystberg, sum er byrja at spæla aftur eftir barnsburð, í eitt ávíst minuttal.

Hjá StÍF noyðast kanska serliga Natasja Hammer, Malene Madsen og Momoko Debes at spæla upp til sítt toppstig. Tað skal tó eitt sterkt liðavrik til aftur í dag á Hálsi, har nógvir væl stuðlandi áskoðarar av Skála og Strondum eisini kunnu gera sín mun.

[object Object]
Eins og í 2021 savnast fjøldin ógvuliga væl um StÍF, og hetta gevur eyðsæð liðnum nógv (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta FM-finalan í SMS-deildini
Í dag, sunnudagin 28.04
17.00: Kyndil - StÍF 

Kann stroymast á live.hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder