Innanlands

Frihedsbrevet: Dokumentarur avdúkar skipað lógarbrot í føroysku fiskivinnuni

Sunnudagin 5. mai skipar Frihedsbrevet fyri sýning í Løkshøll av tveimum dokumentarum, sum snúgva seg um skipað lógarbrot og annað ivasamt virksemi hjá nøkrum av teimum allarsterkastu reiðaríunum í føroysku fiskvinnuni. Sí filmsbrot

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-28 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

“Í 2009 seldi norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke sín lut í føroyskari fiskivinnu. Inn trein ein hollendskur risi, Parlevliet & Van der Plas (P&P), og harvið hevði Hanus Hansen, reiðari í Klaksvik, fingið ein nýggjan og sterkan samstarvspartnara. 

Síðani hava Hanus Hansen og P&P vaksið seg til risar í føroyskari fiskivinnu.

Valdið aftanfyri valdið snýr seg um, hvussu ein fær so stórt vald, og hvussu hetta valdið verður umsitið.”

Soleiðis skrivar Frihedsbrevet um dokumentararnar, sum tey fara at vísa fram komandi sunnudag. 

- Arbeiðið við hesum dokumentarinum byrjaði í veruleikanum fyri fleiri árum síðani, sigur Jan Lamhauge, journalistur, sum saman við Barbaru Holm og manningini á Frihedsbrevet hevur framleitt Valdið aftanfyri valdið.

Tey gjørdu eisini dokumentararnar Teir ómettiligu, sum vóru sendir í Kringvarpinum fyri nøkrum árum síðani, sum snúðu seg um Framherja og teirra íslendska parteigara, Samherja. Samstundis settu tey skjøtul á gravandi arbeiðið við hinum stóra útlendska reiðarínum í Føroyum, P&P og JFK. 

- Vit halda, at hetta arbeiðið og hesar søgurnar hava stóran týdning, tí Føroyar liva av fiskivinnuni, og føroysku kvoturnar eru risastórar samanborið við onnur evropeisk lond. Tá ið vit so hava multinational samtøk, sum hava fingið atgongd til kvoturnar, so hevur tað týdning, at vit eisini halda eitt vakið eyga við tí, sum fyriferst, sigur Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. 

Tí hevur manningin á Frihedsbrevet hildið fram við tí gravandi arbeiðnum, sum byrjaði í Kringvarpinum. 

Sunnukvøldið 5. mai verður møguligt at síggja Valdið aftanfyri valdið í Løkshøll í Runavík. Sýningin tekur hálvanannan tíma, og eftir sýningina ber til at seta journalistunum spurningar. 

Limir hjá Frihedsbrevet sleppa ókeypis. Á heimasíðuni ella appini hjá Frihedsbrevet sæst, hvussu tað ber til at melda seg til sýningina.

Eru atgongumerki eftir, verða tey seld á heimasíðuni hjá Frihedsbrevet í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder