Mentan

Kórvitjan úr USA: Tvær konsertir við kórinum frá Lutheran Bible College

Týskvøldið og mikukvøldið verða tvær konsertir við kórinum frá Lutheran Bible College úr amerikanska statinum Minnesota

2024-04-29 12:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í løtuni er kórið á kórferð í Skandinavia. Hesa vikuna eru tey so í Føroyum, og koma at hava tvær konsertir.

Tann fyrra verður í Gøtu kirkju týskvøldið 30. apríl, kl. 19.00, meðan tann seinna verður í Klaksvík mikukvøldið 1. mai, kl. 19.30.

Kórið hevur heimstað í Minnesota í USA.

Talan verður um eina konsert, har temaið er 'takksemi' - ella 'Grace', sum tey sjálvi nevna tað.

Amerikansku college-kórini eru kend fyri sítt høga støði - og tað vil allarhelst verða seinur dagur áðrenn vit fáa kórvitjan so fjart frá aftur. Á skránni hava tey kórtónleik við bæði Scandinaviskum og Amerikanskum uppruna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder