Mentan

Dansibandsfestivalurin 2024 tann størsti nakrantíð

Í ár eru tað 10 ár síðani, at Dansibandsfestivalur var á fyrsta sinni á Eiðinum í Vági

2024-04-29 08:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi vikuskiftið er Dansibandsfestivalur í Vági. Í ár eru tað 10 ár síðani, at Dansibandsfestivalur var á fyrsta sinni á Eiðinum í Vági, og festivalurin í ár verður tann størsti nakrantíð, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Vikuskiftispassini, sum geva atgongd til øll tiltøk, eru útseld, men bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið er almennur dansur í Vágs Høll. Kampingplássið er somuleiðis útselt, og verða tað í ár umleið 50 kampingvognar á Eiðinum.

Skráin fyri Dansibandsfestivalin byrjar sum vant við ókeypis Syngið og dansi við tiltaki hóskvøldið á Hamragarði, fyri tey, sum eru 65 og eldri – og endar Dansibanfestivalurin við dansi leygarkvøldið.

Eitt av væl vitjaðu afturvendandi tiltøkunum er grillkvøldið leygarkvøld. Í ár fara 480 fólk til grillkvøldið, sum er útselt. Annars er skráin fjøltáttað og fevnir um bæði góðan tónleik, góðan mat, Dansibandsgudstænastu og ikki minst hugnaligar løtur á Eiðinum, skriva fyriskiparar.


Skráin fyri Dansibandsfestivalin:


Hósdagin 2. mai

Kl. 19.00 Dansibandsfestivalurin byrjar við Syngið og dansið við kvøldi á Hamragarði. Syngið og dansið við kvøldið verður við luttøku av Hentzar, Terji og Erolf.

Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.

Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65 ár og eldri.


Fríggjadagin 3. mai

Kl. 19.00 Stóra kalda borðið & Syngið við í Vágs Høll. Kári Poulsen er borðstjóri og lokalir tónleikarar við Hilmar í Lágabø á odda spæla undir til felagssangin. Tiltakið er útselt. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.

Kl. 22.00 Uppá tá við Finnur S. Olsen beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.

Kl. 23.00 Almennur dansur. Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Hans Jacob & vinmenn (FO) og Sommerson’s Band (FO) spæla til góðan dans í Vágs Høll. Í steðginum stendur Finnur S. Olsen frá Uppá tá fyri tónleikinum.

Kl. 03.00 Dansurin endar.


Leygardagin 4. mai

Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.

Kl. 13.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Jógvan Fríðriksson, bispur, prædikar. Sumbiarkórið framførir undir gudstænastuni.

Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður grísur við tilhoyri við Ørvaroddar Grilla. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Magnus Magnussen og Hentzar, Erolf og Terji spæla undir felagssanginum.

Kl. 23.00 Almennur dansur. Dansibands-orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Contiki (NO) og Odd Arne Sørensen & Hans Olaf Trøen (NO).

Kl. 04.00 Dansurin endar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder