Mentan

Nýggj nevnd í Havnar Sjónleikarfelag

Jákup Dahl Wardum avloysir Honnu Flóvinsdóttir sum formaður

Nevndin í Havnar Sjónleikarfelag. Frá vinstru Birgir Djurhuus, Vígdis Tindskarð Klein, Christa R. Weihe, Jákup Dahl Wardum, Hjálmar Dam, Eirí Ólavsstovu og Beinta Flóvinsdóttir

Nevndin í Havnar Sjónleikarfelag. Frá vinstru Birgir Djurhuus, Vígdis Tindskarð Klein, Christa R. Weihe, Jákup Dahl Wardum, Hjálmar Dam, Eirí Ólavsstovu og Beinta Flóvinsdóttir

2024-04-29 19:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havnar Sjónleikarfelag hevði aðalfund á flaggdegnum. Nevndarval var eisini, og tveir nýggir limir skuldu veljast í nevnd. Fyri vali stóðu Hanna Flóvinsdóttir og Rói Næs, sum hvørgin stillaði uppaftur.

Nýggju nevndarliminir vórðu Vígdis Tindskarð Klein, ið áður hevur sitið sum tiltakslimur, og Eir í Ólavsstovu.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis: Jákup Dahl Wardum, formaður, Hjálmar Dam, næstformaður, Christa R. Weihe, skrivari, Vígdis Tindskarð Klein, nevndarlimur, Eir í Ólavsstovu, nevndarlimur, Birgir Djurhuus, tiltakslimur og kassameistari og Beinta Flóvinsdóttir, tiltakslimur.

Nýggja nevndin takkar fráfarandi forkvinnuni, Honnu Flóvinsdóttir, og nevndarliminum, Róa Næs, fyri drúgva arbeiðið seinastu mongu árini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder