Innanlands

Video: Revsingin fyri neyðtøku og kynslig brotsverk skal herðast

Uppskotið kemur væntandi í tingið november, segði løgmaður í tinginum í gjár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-09-09 17:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska revsilógin varð dagførd í 2016, men nakrar skerpingar, sum vóru í donsku lógini, komu ikki við í føroysku lógina.

Tað skal nú rættast, segði løgmaður í tinginum í gjár.

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, spurdi í munnligum spurningi, um løgmaður ætlaði at herða revsingina fyri neyðtøku og kynslig brotsverk ímóti børnum og ungum.

Tveir mál vóru herfyri í landsrættinum, sum snúgva seg um neyðtøku av ungari kvinnu og eitt mál um tríggjar dreingir, sum hava verið útsettir fyri kynsligum brotsverkum. Báðir dómarnir vórðu herdir í Eystara landsrætti. Tann eini við tveimum mánaðum, og í málinum um kynslig brotsverk, varð revsingin hækkað við einum ári, úr trimum árum upp í fýra ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder