Innanlands

Bøta um farleiðina niðan á Klakk

Átta útlendingar og tveir føroyingar fóru í morgun í holt við ábøtur omanfyri Klaksvík

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-09-23 18:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvik.fo: Aftur í ár hevur Klaksvíkar kommuna verið ein virkin partur av átakinum Closed for maintance, har endamálið er at umvæla gøtur og varðar ymsastaðni í Føroyum. Í tveir dagar verða farleiðirnar stongdar, soleiðis at góður møguleiki er fyri at viðlíkahalda gøtur, sum eru serliga nógv vitjaðar av bæði føroyingum og ferðafólkum.

Átta útlendingar og tvey fólk, búsitandi í Føroyum, fóru í morgun til verka saman við starvsfólkum hjá kommununi, har uppgávan er at gera ábøtur á gøtuna niðan á Klakk.

Leiðin niðan á Klakk er ein farleið, sum er sera nógv vitja. Fyri tveimum árum síðani var farið undir hesa gøtuna, men tørvur er longu á ábøtum.

Borgarstjórin, Karl Johansen, var í morgin og heilsaði uppá luttakararnar, sum koma úr USA, Onglandi, Fraklandi og Svøríki. Fleiri teirra nýttu høvið at greiða borgarstjóranum frá sínum upplivingum, og frá góða útsýninum fekk borgarstjórin eisini møguleika at vísa og greiða teimum frá býnum.  

Tey vóru sera arbeiðssom, so alt bendir á, at arbeiði við gøtuni verður liðugt til ásetta tíð.

Visit Faroe Island og Visit Norðoy sum samskipa átakið, meðan Hans Hjalti Skaale, býargartnari, leggur arbeiðsfólkunum lag á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder