placeholder
Mentan

Vitja umborð á Jákupi Sverra á Vísindavøkuni

Nýggja havrannsóknarskipið er opið frá kl. 9 til 16

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-24 07:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er Vísindavøkan 2021 á skráni, og aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni.

Hesaferð liggur Jákup Sverri við bryggju beint við Sjóvinnuhúsið, og Havstovan bjóðar øllum vísindavøkugestum umborð at síggja nýggja stásiliga havrannsóknarskipið, skrivar Havstovan á heimasíðuna.

Skipið er opið frá klokkan 9 til klokkan 16, og vitjandi sleppa m.a. at síggja royndarstovur, fabrikkina, messuna, maskinrúmið og brúnna. Eisini eru fólk frá Havstovuni og manningin tøk at greiða frá, hvat skipið kann brúkast til.

Øll tiltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis. Skráin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder