Innanlands

Afturkalling av frikadellupylsu

Orsøkin er, at gassgerð er í pakkunum, og sostatt er hon óegnað til matna, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2021-09-24 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Atria Danmark A/S afturkallar nú eitt partí av "Den lette frikadellepølse" frá 3Stjernet.

Orsøkin er, at gassgerð er í pakkunum og týðir hetta á óætlaðan vøkstur av mikroorganismum. Óætlað gassgerð í pakningi ger, at vøran verður mett óegnað til matna.

Vøran er seld í føroyskum handlum, og heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk um at lata vøruna inn, hagani hon er keypt, ella at beina hana burtur.

Talan er um hesa vøru:

Den lette frikadellepølse
Nettovekt: 110 g
Best fyri: 29/9-2021
EAN-strikukota 57067704, DK260EF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder