Uttanlands

Carles Puigdemont handtikin í Italia

Katalanski loysingarleiðarin varð handtikin í gjár, og í dag skal ein dómari taka støðu til, um hann skal útflýggjast til Spania

Fyrrverandi katalanski leiðarin, Carles Puigdemont (Savnsmynd)

Fyrrverandi katalanski leiðarin, Carles Puigdemont (Savnsmynd)

2021-09-24 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Katalanski loysingarleiðarin, Carles Puigdemont er handtikin í Italia, upplýsti sakførari hansara, Gonzalo Boye hóskvøldið sambært tíðindastovuni AFP. Hetta hendi, tá hann kom til floghavnina í Alghero á Sardinia.

Puigdemont var farin til italsku oynna úr Brússell í Belgia, har hann livir í útlegd. Hann er skuldsettur fyri saman við fleiri øðrum at standa aftanfyri einari ólógligari fólkaatkvøðu um loysing frá Spania í 2017. Í hesum sambandi fingu fleiri aðrir katalanskir politikarar upp í 13 ára fongsulsrevsing. Hesir vóru tó náðaðir í summar.

Tað var í 2019, at boð vórðu givin um at handtaka Puigdemont, men sambært sakførara hansara, vórðu boðini seinni strikaði av ES-dómsstólinum. Tað er nú upp til italsku rættarskipanina at avgera, um Puigdemont skal leyslatast aftur, ella um hann skal útflýggjast til Spania, og tað skal ein dómari taka støðu til í dag, skrivar Ritzau.

Í 2019 varð Puigdemont valdur inn í ES-tingið, og í fjør bleiv ein umbøn hjá Spania um at fáa hann útflýggjaðarn, avvíst, av tí at hann hevði immunitet sum limur í ES-tinginum.

Í mars í ár atkvøddi ein meiriluti í tinginum tó fyri at ógilda immunitet hansara eftir áheitan frá spanska hægstarættinum, og harvið kundi Spania aftur fara í holt við royndini at fáa hann útflýggjaðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder