Innanlands

Yvir 67 prosent av fólkinum liðugt koppsett

237 koppsetingar vórðu gjørdar í gjár, og nú eru nærum 71 prosent av fólkinum koppsett fyri koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-24 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 73.872 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 37.886 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 35.986 fólk hava fingið seinnu koppsetingina.

Hetta svarar, sambært corona.fo, til, at 70,7 prosent av fólkinum í Føroyum eru koppsett, og at 67,2 prosent eru liðugt koppsett.

Í gjár vórðu 237 fólk koppsett. 120 fingu fyrru koppsetingina, og 117 fingu tað seinnu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder