Mentan

Koreansk Netflix-røð hevur sett met

Síðan "Squid Game" gjørdist tøk á Netflix 17. september hava yvir 111 milliónir brúkarar hugt eftir henni

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2021-10-13 20:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koreanska Netflix røðin "Squid Game" er nú vorðin teirr best umtókta debutrøð nakrantíð, upplýsir stroymingartænastan.

Í gjár varð boðað frá, at 111 milliónir brúkarar vóru byrjaðir at hyggja eftir røðini, síðan hon gjørdist tøk 17. september.

"Squid Game" tekur útgangsstøði í einum ódámligum heimi, har fátækir borgarar í Suðurkorea og borgarar við nógvari skuld verða bodnir at kappast móti hvørjumøðrum í siðbundnum barnaspølum sum partur av einum "gameshow".

Meðan vinnarin kann forvinna fleiri milliónir í reiðum peningi, verða tapararnir dripnir.

Sambært Ritzau er "Squid Game" komin ovast á Netflix hitlistanum í fleiri enn 80 londum, og á sosialu miðlunum verður eisini nógv tosað um hesa røðina.

Ein onnur røð hjá Netflix, sum var sera væl umtókt, tá hon fyrst kom út 1. jóladag í fjør, er "Brigdgerton", sum snýr seg um eina eingilska yvirstættafamilju fyrst í 1800-talinum. Í fyrstu vikunum hugdu 82 mió. húsarhald eftir røðini,og inntil "Squid Game" kom út, var hetta mest sædda Netflix-røðin.

Í hesum tølunum telur Netflix allar brúkarar við, sum hava sæð í minsta lagi tveir minuttir av einum parti.

Røðin kann bæði síggjast á upprunamálinum við undirtekstum og við eingilskari talu, og hetta hevur hjálpt við at víðka um hyggjaraskaran.

Við røðum sum "Squid Game" roynir Netflix at víðka um úrvalið av tilfari á øðrum máli enn eingilskum.

"Squid Game" verður eisini sæð sum eitt dømi um vaksandi ávirkanina, sum Suðurkorea hevur á altjóða popmentanina. Røðin fylgir eitt nú í fótasporunum á k-popbólkinum BTS og Oscar-vinnandi filminum "Parasite", sum bæði eru vorðin sera vælumtókt kring heimin.

Í februar boðaði Netflix eisini frá, at stroymingartænastan fór at brúka 500 milliónir dollarar í ár til framleiðslu av filmum og røðum í Suðurkorea. Hetta svarar til uml. 3,2 milliardir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder