Innanlands

71 fólk fingu triðja prikið í gjár

Nú hava 114 fólk í Føroyum fingið triðja prikið fyri koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-13 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 75.761 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 38.770 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 36.877 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og 114 fólk hava nú fingið trý prik.

Sambært hagtølunum hava 72,5 prosent av fólkinum fingið fyrru koppsetingina, meðan 68,9 prosent hava fingið ta seinnu.

Í gjár vórðu 198 fólk koppsett fyri koronu. 50 fólk fingu fyrra prikið, 77 fingu tað seinna, og 71 fólk fingu triðja prikið.

Tey, ið fingu triðja prikið í gjár, vóru í høvuðsheitum búfólk á røktarheimum, skrivar corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder