Innanlands

Landsstýrismaðurin hitti skúlaleiðarar

Jenis av Rana hevði boðið tíggju nýsettum skúlaleiðarunum til samkomu í Uttanríkis- og mentamálaráðnum mánadagin

2021-10-24 14:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 18. oktober var samkoma í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, har Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum hevði boðið nýsettu skúlaleiðarunum í Fólkaskúlanum at vitja í Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Á samkomuni bar landsstýrismaðurin skúlaleiðarunum eina heilsan, har hann ma. vísti á tað týdningarmikla starv, sum skúlaleiðarar røkja m.a. at hava umsorgan fyri og verða við til at menna einstaka næmingin.

Landsstýrismaðurin og skúlaleiðararnir skiftu eisini orð um endurskoðanina av fólkaskúlalógini, sum byrjar í næstum og umstøðurnar hjá næmingum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Røðan kann lesast her.

Skúlaleiðararnir, sum eru settir í starv síðani í summar, eru:

  • Rudi Olsen, fyrstilærari, Kvívíkar skúli
  • Lilian Clementsen, fyrstilærari, Sands skúli
  • Leivur Frederiksen, fyrstilærari, Velbastaðar skúli
  • Tórgerð P. Joensen, fyrstilærari, Hósvíkar skúli
  • Alis Jóna Højsted, skúlastjóri, Vestmanna skúli
  • Berlys Nordendal, skúlastjóri, Fuglafjarðar skúli
  • Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóri, Skúli á Argjahamri
  • Jacqueline L. Benzon, skúlastjóri, Sandoyar Meginskúli
  • Birna Gaard, einalærari, Fámjins skúli (tíðaravmarkað sett)
  • Hansa M. Glerfoss, Oyndarfjarðar skúli (tíðaravmarkað sett)
  • Marit Christiansen, útoyggjalærari, Kirkju- Hattarvíkar skúli (tíðaravmarkað sett)
placeholder
placeholder