Innanlands

Føroyskir fjallabjargarar innlimaðir í altjóða bjargingarfelagsskapin ICAR

Umsóknin hjá fjallabjargarunum varð send á vári 2020, og hevur hon verið viðgjørd av ICAR á sumri 2021. Í gjár vórðu teir so upptiknir í ICAR

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-24 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið 23. oktober vórðu føroysku fjallabjargarnir upptiknir í altjóða felagsskapin ICAR (International Commision for Alpine Rescue).

Árligi aðalfundurin hjá ICAR var umvegis netið. Talan var um ein fund, sum var seinkaður vegna koronu.

Umsóknin hjá fjallabjargarunum varð send á vári 2020, og hevur hon verið viðgjørd av ICAR á sumri 2021.

Fyri at vera upptikin, hava fjallabjargarnir dokumenterað sínar førleikar og royndir. Saman við umsóknini var ein vidoeframløga, ið sæst omanfyri, og hartil hava teir fingið viðmæli frá íslendska bjargingafelagsskapinum, Landbjørg í Íslandi, boða teir frá í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder