Uttanlands

Noreg: Bíða við at geva 12-15 ára gomlum seinna prikið

At byrja við hava ung í hesum aldursbólkinum bert fingið tilboð um fyrru koppsetingina – Støðan verður endurmett fyrst í 2022

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-24 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrst í september mánaða avgjørdu norsku myndugleikarnir at koppseta 12-15 ára gomul orsakað av øktari smittuspjaðing millum ung.

Í fyrsta umfari fóru børn bert at fáa tilboð um eitt prik. Hetta, tí at tað var mett at geva góða verju móti álvarsamari sjúku, og mett varð, at tey ungu fóru at hava betri verju eftir fyrra priki enn tey eldru. 

Norska Folkehelseinstituttet skuldi síðani meta um hjáárin, sjúku og støðuna sum heild, áðrenn mælt varð til at geva teimum ungu seinna prikið, upplýsti táverandi norski forsætisráðharrin, Erna Solberg.

Fríggjadagin boðaðu norsku myndugleikarnir so frá, at tey fóru at bíða við at geva teimum ungu seinna prikið fyri koronu, til tey hava fingið fleiri upplýsingar. Hetta m.a. orsakað av fráboðanum um hjartabruna hjá nøkrum persónum, sum hava fingið koppsetingina.

Higartil hava norsku heilsumyndugleikarnir mælt til bert at geva børnum koppingarevnið frá Pfizer/BioNTech.

Norska heilsumálaráðið heldur, sambært tíðindastovuni Reuters, ikki, at seinna prikið hevur nakran skund, av tí at vandin fyri, at børn gerast álvarsliga sjúk við koronu er lítil, og tí at fyrra prikið gevur upp móti 85 prosent verju móti sjúku í upp til 16 vikur.

Folkehelseinstituttet fer at endurmeta støðuna fyrst í komandi árinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder