Mentan

Diversity week í Dagstovninum Lítlaskógi

Á Dagstovninum Lítlaskógi í Havn hava tey seinastu vikuna varpað ljós á fløgbroytni

2021-10-24 15:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Hesa vikuna hevur Dagstovnurin Lítliskógur skipað fyri síni egnu “Diversity week”. Hetta er eitt átak ið Tórshavnar kommuna áður hevur skipað fyri. Endamálið er at varpa ljós á fjølbroytnið og mentanarliga ríkidømið í kommununi, og at vit gerast meira tilvitaði um viðurskifti hjá útlendingum í kommununi.

Diversity week í Lítlaskógi byrjaði longu tá kommunan skipaði fyri átakinum í 2018 og 2019.

– Tá hugsaðu vit, at tað eisini er ein partur av okkara ábyrgd, tí vit eru ein partur av kommununi” sigur Gyðja Johannesen, leiðari í Lítlaskógi.

Hetta er eisini viðkomandi fyri dagstovnin, tí tey hava fleiri og fleiri børn av øðrum uppruna og hava tann vegin samband til aðrar mentanir.

[object Object]

– Børnini eru ikki sjálvi so tilvitaði um tað, so hetta er ein háttur hjá okkum at skapa tilvit um fjølbroytnið. Tankin aftanfyri er, at jú fyrr vit skapa tilvit um aðrar mentanir, jú størri er møguleikin fyri at minka um fordómar. Vit gera tað spennandi og natúrligt fyri børnini, og tey eru so opin og áhugaði, sigur Gyðja Johannesen.

Stovnurin hevur hesa vikuna arbeitt við fjølbroytni á ymsan hátt, alt eftir aldri á ymisku stovunum. Tey hava arbeitt við veðurlagi í ymiskum heimspørtum, um mál ið verða tosaði í heimunum hjá børnunum, og um djór ymsa staðni frá sum tey síðani hava sett á heimskortið. Børnini hava eisini teknað fløgg umboðandi teirra uppruna, ella upprunan hjá familjuni.

Børnini hava sungið ymiskar sangir, bæði føroyska tjóðsangin, og sangir á grønlendskum, fronskum og donskum, umframt føroyskar sangir ið snúðu seg um onnur lond.

Tað hevur eisini verið fokus á klæðir og mat úr heimlondunum. Stuttligt var at síggja, at summi børn vóru møtt í klæðum frá teirra heimlandi.

[object Object]

Á stovninum hava tey eisini bjóðað millummála, ið hevur umboðað ymisk lond, og onkur foreldur hava tikið mat við frá teirra landi, til at royna á felags matborðinum.

Og sambært Gyðju Johannesen vilja tey framyvir gera uppaftur meira burturúr:

– Dreymurin hjá okkum er, at hetta ikki bert skal vera í eina viku, men at tað verður ein partur av gerandisdegnum. At vit gerast meira tilvitaði, og at foreldrini sleppa meira upp í part. Jú eldri børnini eru, jú meiri ávirkilig eru tey, og jú meira megna tey. Til dømis í 6 ára stovuni har tey elstu børnini ganga, har hava tey gjørt sera flottar framsýningar, við øllum ið tey hava arbeitt við.

Nýggi integrasjónssamskiparin hjá Tórshavnar Kommunu, Fía Lindenskov, var eisini á vitjan. Og sambært henni er tað avbera gott, at Lítliskógur leggur dent á integrasjónsøkið:

– Tað er gleðiligt at síggja, at Lítliskógur ger sína egnu Diversity Week. Nú eru tað tvey ár síðani at Tórshavnar Kommuna seinast skipaði fyri Diversity week, og tá var nógv spennandi gjørt burturúr. Hetta er eitt gott átak, sum vit heilt víst fara at fáa í lag aftur.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder