Mentan

Nýggjur jólasangur frá Ronnie

Nýggi jólasangurin, sum hevur heitið, "Jólini nærkast", snýr seg m.a. um nøkur av teimum góðu, og minni góðu, tingunum við jólunum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-12-01 21:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jólini nærkast, og í hesum sambandi hevur Ronnie útgivið ein jólasang.

Nýggi jólasangurin, sum hevur heitið, "Jólini nærkast", snýr seg m.a. um nøkur av teimum góðu, og minni góðu, tingunum við jólunum.

Tað er Ronnie sjálvur, sum hevur gjørt orð og lag. Sangurin kann nú hoyrast á YouTube, og seinni verður hann eisini á m.a. Spotify.

Sangurin er framleiddur av Julian Andreasen/Dori, sum eisini stóð fyri framleiðsluni av sangunum “Bygdafrell” og “Lívsins Leið” hjá Ronnie. Árni Andreasen syngur kór og hevur eisini ein forvitnisligan leiklut í sjálvum sanginum.

Eitt sjónbandalag er eisini gjørt til sangin, og tað hevur Allan Korsager Davidsen tikið sær av. Sjónbandalagið sæst omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder