Innanlands

Margit 40 ára starvsdag

Í morgun varð samkoma á skrivstovuni í Nes kommunu í sambandi við, at Margit Andersen hevði starvast sum vaskifólk í Tofta skúla í 40 ár

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2021-12-01 18:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun var lítil samkoma á skrivstovuni í Nes kommunu, har Margit Andersen varð heiðrað í sambandi við 40 ára starvsdag hennara fyrr í ár.

Hon byrjaði í starvi hjá Nes kommunu 1. september 1981, og seinastu 40 árini hevur hon starvast sum vaskifólk í Tofta skúla, skrivar Nes kommuna á heimasíðuna.

Hon hevur við nærlagni og trúfesti í øll hesi ár røkt starv sítt á fyrimyndarligan hátt, segði Súni í Hjøllum, borgastjóri í Nes kommunu. Hann takkaði henni vegna bygdaráðið í kommununi, og handaði hann henni ein málning og blómur. Málningin hevur Jón Magnus Joensen málað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder